Sólfinn Hansen: Nú skal eg hava kreppuhjálp

- Beint nú royni eg at organisera tankarnar og lesa tíðindini um, hvat tað var sum hendi. Og eg spyrji meg sjálvan, hvussu eg skal koma víðari við lívinum, sigur Sólfinn Hansen.

Klokkan 14.00 í dag lendi ein skakkur Sólfinn Hansen í Vágum eftir tað, sum vísti seg at vera ein tann mest skakandi upplivingin nakrantíð.

 

 

Sólfinn Hansen var ávegis út í býin at leita eftir einari matstovu, tá ið alt brádliga tók eina álvarsama vend. Tað seinasta Sólfinn minnist er, at hann var ávegis í  metroina.

 

- Lækarnir halda, at eg havi fingið okkurt sendandi í høvdið og tí misti viti beinan vegin bumban brast, sigur Sólfinn Hansen, nú in.fo fekk fatur á honum fyri løtu síðanni.

 

Tað næsta Sólfinn minnist, var løtan í sjúkrabilinum, tá ið hann varð spentur fastur í børuna.

 

- Eg minnist bara eg hugsaði, hvat í verðini nú gekk fyri seg, sigur Sólfinn Hansen.

 

Nakrar løtur seinni vaknaði hann á sjúkrahúsið. Fyrst varð hann biðin um at fylgja fingrinum hjá sjúkrasystrini, fyri at prógva, at hann var klárur í høvdinum. Síðani greiddu tey honum frá tí, sum hent var.

 

 

- Eg varð heilt skelkaður, tá eg frætti hvat var hent. Tað var heldur veruleikafjart fyri mær, sigur Sólfinn Hansen, sum nú aftur er staddur heima hjá familjuni.

 

Á sjúkrahúsinum varð Sólfinn sendur í skannara, tí høvdið var tað, sum fekk størsta skaðan. Men skaðin var ikki stórur, og tí var Sólfinn útskrivaður eftir tveir dagar á sjúkrahúsi.

 

Størsti spurningurin nú er, hvussu Sólfinn Hansen skal koma víðari við lívinum.

 

- Hendingin fyllur ótrúliga nógv. Beint nú royni eg at organisera tankarnar og lesa tíðindini um, hvat tað var sum hendi. Og eg spyrji meg sjálvan, hvussu eg skal koma víðari við lívinum, sigur Sólfinn Hansen.

 

Sólfinn Hansen og familjan hava fingið bjóðað kreppuhjálp, og hesum fara tey at taka av.

 

- Tað er so veruleikafjart og samstundis fyllur tað so nógv, at vit kenna tað rætt at taka av tí hjálp, sum vit hava í boðið, sigur Sólfinn Hansen, sum fyrsta dagin skal aftur í skannara í Føroyum, fyri at tryggja, at alt er sum tað skal.