Sóley sløkti Stjørnuna

Hondbóltur: StÍF-kvinnurnar vunnu eisini seinnu hálvfinaluna móti Stjørnuni

Stjørnan-StÍF 19-21 (9-11)


StÍF spældi seg mikukvøldið í steypafinaluna hjá bæði kvinnum og monnum. Kvinnurnar vóru í Klaksvík, har tær skuldu verja eitt máls leiðsluna frá fyrra dystinum. Og tað megnaðu tær væl ? so væl, at teir eisini vunnu seinnu hálvfinaluna, hesaferð við tveimum málum, 21-19.

Stóri spælarin hjá StÍF var enn einaferð Sóley Mikkelsen, sum skeyt 13 mál (fimm brotskøst) og hevði eina hond við í so at siga øllum hinum eisini.

Stjørnan og StíF hava spælt fleiri dystir sínámillum í hesum kappingarárinum, og StÍF hevur sum oftast verið omaná. Í hesum dystunum hevur Stjørnan altíð mansvart Sóley Mikkelsen, men uttan at tað hevur givið úrslit, ikki minst tí lyklaspælarin hjá StÍF sjálv ger mansverjuna torføra hjá hinum liðnum við at flyta seg nógv og væl.

Mikukvøldið var týðiligt, at Stjørnan mestsum lat Sóley skjóta málini, meðan tær ansaðu væl eftir, at eingin av hinum spælarunum slapp framat. Hetta riggaði heldur ikki, og StÍF vann dystin.

Tað var javnt allan vegin, og av tí at munurin úr fyrra dystinum bert var eitt mál, var spenningur í dystinum heilt fram til seinastu fimm minuttirnar, tá StÍF kom upp á 20-16. Hóast Stjørnan gav tað síðsta og minkaði munin til 20-19, gjørdust tær ov stuttar í síðsta enda.

Tað kom eisini illa við hjá heimaliðnum, at spælskiparin Sólvá Eystberg breyt lítlafingur, tá bert tíggju minuttir vóru farnir. Hon kom inn aftur móti endanum av dystinum, men tað hjálpti so lítið. Høvuðstrupulleikin hjá Stjørnuni var, at skotini vóru alt ov illa plaserað. Eitt gott dømi um hetta er, at málverjin hjá StÍF, Óluva Djurhuus, tvær ferðir misti luftina, tí Stjørnan skeyt beint á hana heldur enn við síðuna av henni.

StÍF dróg longra stráið burtur úr tveimum sera jøvnum dystum, sum strandaliðið kortini vann báðar. StÍF er nú umboðað í bæði mans- og kvinnufinaluni. Kvinnurnar skulu spæla móti VÍF, og sostatt fáa vit ein nýggjan steypavinnara hjá kvinnum.