Sóley bjargaði øðrum stiginum

Mest sum alla tíðina var tað StÍF, sum var omaná, men seinastu tíggju minuttirnar slerdi Sóley Mikkelsen torbona til, soleiðis at meistararnir hóast alt fingu eitt stig við sær heim

Kvinnuhondbóltur

Í upptakt okkara til hondbóltsvikuskiftið skrivaðu vit, at einki var at taka seg aftur í, at VÍF var stórfavorittur at vinna dystin á Skála móti StÍF. Seinastu vikurnar hevur pílurin hjá verjandi meistarunum nevnliga peiggjað beint uppeftir, meðan tær av álvara hava funnið meistaraspælið fram, og hinvegin hevur tað gingið beint øvugt hjá StÍF, eftir at tær eitt skifti annars høvdu verið á øðrum plássinum á stigatalvuni.

Treiskaðust
Kanska var tað eisini júst hetta, sum mól í høvdunum hjá VÍF, tá tær sunnudagin fóru á Skála. Nevnliga at talan í veruleikanum átti at verið um avgreiðsluspurning, men tað var sjónligt, at hetta ikki var tað sama, sum StÍF ætlaði.
Frá fyrsta bríksli tóktist nevnliga greitt, at júst hendan dystin ætlaði StÍF sær at nýta til at koma úraftur naggatódnini hjá liðnum, og fyrstu løtuna royndu tær eisini at seta ferð á, til tess at geva gestunum ein hvøkk.
Hetta var tó um at gera av við StÍF, longu áðrenn dysturin veruliga var komin ígongd. Í royndunum at flyta bóltin skjótt sínamillum komu fleiri óneyðug bólttap, og móti VÍF er hetta ikki nakað, sum mann ger órevsaður. Við nøkrum málum á rað kom mest sum alt fyri eitt munur ímillum liðini, og so skuldi ein kanska hildið, at nú var liðugt hjá heimaliðnum.
Tær góvust tó ongantíð heilt at stríðast. Ikki minst tóktist Asta Petrauskiene at vera sera væl fyri, og tá VÍF samstundis ansaði ov lítið eftir skotmøguleikum hennara, fekk hon við jøvnum millumbilum høgt bóltarnar framvið verjuleikarunum uttan nakran hjá møguleika hjá Manuelu Stan at verja fyri.
Og so við og við mentust hinar á liðnum hjá StÍF eisini. Talan er í nógvum førum um evnaríkar ungar leikarar, sum uttan iva fara at seta dám á føroyskan hondbólt í komandi árunum, men enn restar neyðugi stabiliteturin kanska í hjá teimum. Sunnudagin vóru tær tó fyri tað mesta á aldukambinum, og tó at VÍF til tíðir royndi at toga seg uppaftur, so var hetta ikki bara sum at siga tað.
Stóri trupulleikin hjá VÍF var kanska eisini, at tær als ikki høvdu neyðuga tolið, sum skal til í einum hondbóltsdysti. Fleiri ferðir vóru vunnir bóltar tveittir burtur, tí hugurin at fara í skjót mótálop var ov stórur, og í nógvum førum vóru skotroyndir bæði skundaðar og illa umhugsaðar. Og so stóð Kristina Griksaite eisini framúr dyst í StÍF málinum, soleiðis at hon kundi taka sær av fleiri av møguleikunum, sum VÍF hóast alt fekk.

Seinasti skotið mundi avgjørt
Undan steðginum hevði StÍF soleiðis vunnið seg framum VÍF, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki vóru eingi líkindi til, at hetta skuldi broytast. Yvirhøvur tóktist tað so, at støðan als ikki skuldi broytast, tí tað gingu nærum 10 minuttir, áðrenn fyrsta málið eftir steðgin kom.
Hetta fekk stÍF, og spakuliga tóku tær at draga alt longur frá VÍF. Við umhugsni og tolsemi fingu tær eitt alsamt betri tak á dystin, og so við og við fingu áskoðararnir varhugan av, at her vendist ikki hjá VÍF. At venjararnir so eisini valdu at taka fleiri av vanligu lyklaleikarunum út, tóktist ikki gera støðuna betri, men kanska var tað hinvegin júst hetta, sum skuldi til.
Seinastu tíggju minuttirnar var nevnliga viðvent í holuni. VÍF hevði bert fingið tvey mál fyrstu 20 minuttirnar eftir steðgin, men við eini nú hvíldari Sóley Mikkelsen á vøllinum, kom annað skil á. Skálakvinnan hjá VÍF bæði spældi og avsluttaði upp til sítt besta, og skjótt tók munurin at minka.
Ein útvísing til StÍF gjørdist helst eisini sítt, og brádliga hevði VÍF togað seg upp á javnt. Ein minutt fyri leiklok vóru tær enntá frammanfyri. Beint eftir at hava skotið 20. VÍF málið varð Nicoleta Radu tó rikin av vøllinum, og soleiðis kundi StÍF fara í seinasta álopið við einum leikara í yvirtali. Og tað eydnaðist eisini at skora, tá bólturin varð tveittur út á veingin, har Anna B. Danielsen sendi í gólvið og upp undir nettakið.
Og so var eisini um reppið, at StÍF vann dystin. Í seinastu royndini at fáa mál, fór Manuela Stan eisini við í álop, og tá bólturin varð mistu, hevði Asta Petrauskiene opið mál at skjóta eftir, men tíverri fyri hana og StÍF, so fór skotið beint við síðuna av.

Broytti lítið á talvuni
Hóast tað neyvan hóskaði VÍF serliga væl, at tær soleiðis skuldu vera fyri stigamissi, so broytti úrslitið ikki stórvegis í oddinum á stigatalvuni. VÍF er nú í kraft av betri málmuni frammanfyri VB á talvuni, tó at VB hevur ein dyst tilgóðar.
Tað er tó einki at ivast í, at sum støðan er í løtuni, so skal VÍF vinna dystirnar á VB, um meistaraheitið skal varðveitast í bygdini, so har er einki broytt sum so.
Hjá StÍF broyttist kanska heldur ikki so nógv á stigatalvuni. Men lítið er at ivast í, at sjálvsvirðingin fekk eitt stórt kvink uppeftir, nú tær fyri aðru ferð í ár tóku stig frá VÍF. Hvat hetta kann koma at merkja fyri kappingina, er ilt at meta um, men í grundspælinum byrjaði upptúrurin hjá liðnum eftir sigurin á VÍF. Og tí er kanska væl hugsandi, at StÍF nú aftur fer at gera um seg.

Dysturin í tølum
StÍF-VÍF 20-20 (12-11)
Málskjúttar:
StÍF: Asta Petrauskiene 11(4), Poula D. Olsen 4, Anna B. Danielsen 2, Guðrun Ólavsdóttir 1, Alina Olaru 1, Anna Maria Berthelsen 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 7(3), Nicoleta Radu 7, Fríða Marjunardóttir 2, Jacklin Durhuus 2, Alis Høghamar 1
Brotskøst: StÍF 5, VÍF 3
Útvísingar: StÍF 2, VÍF 2
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trygvi Mortensen: Høvdu alla tíðina gott tak á.