Sólborg skjótt liðug á Skála

Rækjutrolarin Sólborg stendur í dokkini á Skála, har gronin er skift út, og aðrar umvælingar eru gjørdar

Rækjutrolarin Sólborg hjá Eileri Jacobsen hevur eina tíð staðið í turrdokkini á Skála, har ymsar umvælingar hava verið gjørdar á skipið.
Millum annað eru eini 12 - 13 tons av stáli skift í gronini, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni á Skála. Tað gjørdist eitt sindur meira enn væntað, sigur hann. Skaðin var eitt sindur longur aftur, enn teir hildu.
Umframt hevur Sólborg esini skift aksilgenerator og fingið tríggjar nýggjar frystarar ísettar.
Gunnar Mohr væntar, at Sólborg verður liðug á skipsamiðjuni, tá ein vika ella so er farin av november.
Á bedingini uttan fyri Sólborg stendur eisini farmaskipið Sirius hjá Hera Thomsen í Gøtu.
Teir reinsa motor á Sirius, sigur Gunnar Mohr. Skipið skiftir eisini klassa, nú tað er uppi. Umframt verður so ymiskt viðlíkahaldsarbeiði gjørt so sum máling o.t.
Tað er eitt sindur deydligt á Skipasmiðjuni á Skála í løtuni, letur Gunnar Mohr at. Hóast tað ikki er nakað óvnaligt, at so er viðhvørt, heldur hann, at tað kundi gott verið meira at gjørt.
Fyri nøkrum árum síðan vóru russisk skip vanligir gestir á Skála. Men tað kemur næstan ikki fyri meira, at tey síggjst har, sigur Gunnar Mohr. Seinni árini er bara onkur hendinga russi komin framvið, og tá hevur vanliga verið talan um havarí, sum bøtast skuldi aftur beinanveg, sigur hann.