Sólborg sigldi á ísfjall í Ný Foundlandi

Hósnáttina sigldi rækjutrolarin, Sólborg, á eitt stórt ísfjall, tá ið teir vóru á veg inn at landa í Ný Foundlandi. Fleiri tons av ísi komu inn á dekkið, og skipið fekk eina buglu í gronina. Tíbetur hendi eingin mansskaði

Sigldi á ísfjall

Petur Jacobsen, reiðari, sigur, at Sólborg hevði einar tveir tímar eftir til lands, tá ið hendingin fór fram. Skipið hevur eini 500 tons inni, sum skuldu leggjast upp í Bay Roberts í Ný Foundlandi.
- Tað er ofta nógv toka í Ný Foundlandi um summarið, og soleiðis var eisini síðstu nátt.
Reiðarin sigur, at ísfjallið, sum Sólborg sigldi á, hevur verið rættiliga stórt, tí skipið fekk fleiri tons av ísi inn á dekkið.
- Tíbetur hendi ikki manningini nakað, men skipið hevur fingið eina buglu á gronina.
Enn er ikki greitt, hvussu verður við skipinum, men Petur vónar, at Sólborg sleppur útaftur, tá ið teir eru lidnir av landa.
- Hol er ikki komið á skipið, og nú tað er summar, vóna vit, at Sólborg sleppur útaftur beinanvegin. Men neyðugt er so, at skipið fyrst verður kannað.
Petur vísir á, at einir 11-12 mans skuldu fara yvir til Ný Foundlands at skifta við menn, sum skuldu koma heim.
- Nú er ferðin útsett, til greitt er, hvussu vorðið verður við skipinum, sigur hann.
Reiðarin sigur, at Sólborg byrjaði at landa hósmorgunin, og hann vónar, at klárt verður at loysa aftur skjótast tilber.

Ikki óansni

Petur Jacobsen leggur dent á, at orsøkin til hendingina, var ikki óansni, tí siglt varð eftir umstøðunum, sum eru á hesi leiðini, tá ið kjaftsvart er í toku, sum tað eisini var hesa náttina.
- Tað hendir, at ísfjøll eru á leiðini hesa tíðina av árinum. Tey loysna og reka suðuryvir, har tey við tíðini tiðna burtur í einki.Hann sigur, at slík ísfjøll vanliga síggjast á radaranum, men er nógv ferðsla á leiðini, kann henda, at skipið fær skeiv signalir.
Petur Jacobsen sigur, at Sólborg hevur verið til fiskiskap í einar tveir mánaðir.
- Tað er ikki nógv at siga um sjálvan fiskiskapin, sum verið hevur hesar báðar mánaðirnar, men prísirnir á rækjunum eru lágir, sigur reiðarin at enda.
Við Sólborg hendan túrin eru 19 mans.