Fyri mong er Sólborg kend fyri arbeiðið hennara sum leiðari á Blákrossheiminum. Blákrossheimið hevur í ár 25 ár á baki og í 17 av hesum árunum, hevur Sólborg verið leiðari fyri heimið. Hon var við frá byrjan og hevur lagt lunnar undir diakonala virksemið hjá Bláa Krossi. Ikki bara á sjálvum viðgerðarstovninum, men eisini við búfelagsskapum, eftirviðgerðarbólkum, kafe v.m.
Tað var við eldhuga Sólborg gjørdi sín gerning á Blákrossheiminum. Arbeiðstíðin var ikki gjørd upp sum 8 til 4 arbeiði, men var av sonnum eitt arbeiði gjørt av kærleika og umsorgan fyri teimum, sum líða vegna misnýtslu av rúsdrekka og øðrum rúsandi evnum. Tí var tímatalið ikki avgerandi fyri Sólborg, men sakin, at hjálpa misnýtarum og avvarandi teirra.
Sólborg er kvinna, sum hevur sínar meiningar. Hon torir at siga sína meining og at halda fast, eisini tá ið ástendur. Uttan hendan eginleika, varð Blákrossheimið neyvan veruleiki fyri 25 árum síðani. Hennara ágrýtni fyri at fáa myndugleikar og onnur at síggja tørvin og tað neyðuga í skipaðum viðgerðartilboði hava av sonnum borið ávøkst.
Sólborg var leiðari á Blákrossheiminum til 2001. Tey eru mong, búfólk og avvarandi, ið hava kent kærleika og umsorgan frá Sólborg øll hesi árini og hava fingið hjálp til eitt betri lív.
Við hesum fáu orðum ynskja vit Sólborg hjartaliga tillukku við føðingardegnum.
Guds ríku signing yvir lívsleið tína, Sólborg. Takk fyri tann gerning tú stóð á odda fyri í mong ár í trúfesti og kærleika.
Blái Krossur Føroya