Sólbjørn Jacobsen deyður

- Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldið gistir, sigur orðatakið. Og tað kunnu vit sanna, nú Sólbjørn Jacobsen, fyrrverandi telefonverksstjóri er deyður.
Síðsta fríggjadag høvdu vit eina føðingardagsheilsan til hansara í blaðnum, tí hann sunnudagin fylti 75 ár. Og longu nú, bara viku seinni, er hann farin handan sýn – hann doyði brádliga mikukvøldið.
Sólbjørn var fuglfirðingur, sonur Sáru og Edvard Jacobsen, og hann var næstyngstur av fimm systkjum. Tey vóru Mimi, fødd í 1928, Paula, fødd í 1931, Jancy, fødd í 1934, Sólbjørn, føddur í 1936, og Mikkjal, føddur í 1940.
Sólbjørn var væl útbúgvin. Umframt at hann var sivilverkfrøðingur, so læs hann eisini á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.
Hann kom á Telefonverkið sum tekniskur stjóri í 1968, og tók við sum forstjóri í 1975, og hann var oddamaður fyri tí sera stóru menningini, sum var innan telefoni í Føroyum ta tíðina.
Sólbjørn Jacobsen hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og hann var tíðum gestur her á redaktiónini – og hann ringdi javnan til blaðstjórarnar við hugskotum ella viðmerkingum til oddagreinar - og hevði altíð okkurt evni, hann helt, at vit áttu at viðgjørt í oddagreinum í blaðnum, sum í mong ár stóð honum nær.
Sólbjørn var limur í búskaparráðnum mong ár, og hann var eisini virkin í Kjølbro fyritøkuni í Klaksvík. Hann var limur í Føroyagrunninum, og hann var eisini okkurt skifti formaður. Seinni var hann eisini formaður í móðurfelagnum JFK.
Sólbjørn var giftur við Else Gotved, sum er ættað úr Keypmannahavn og sum er útbúgvin ergoterapeutur, og eiga tey børnini Lars, sum er føddur í 1963, Gunnvá, fødd í 1966, Lisbeth fødd í 1967.
Friður veri við minninum um Sólbjørn Jacobsen.