Sólbjørn 25 ára starvsdag

Í sambandi við at Sólbjørn Thomsen, deildarleiðari, hevði 25 ára starvsdag hjá Vøruhúsinum á Hjalla tann 1. mars, verður móttøka á møbladeildini í dag, fríggjadagin 6.mars.

Sólbjørn er skopuningur sum hevur búð í Havn í mong ár. Hann byrjaði tann 1. mars 1984 hjá Litaval, sum tá helt til í Brekkutúni í Hoyvík, har sum Fornminnissavnið er í dag. Fyrsta arbeiðið hjá Sólbjørn var at seta møblar saman og at koyra vøru út til kundar. Seinni fekk hann arbeiði sum sølumaður í handlinum, og síðan fyrst í 90-unum hevur hann verið leiðari á gólvdeildini.


Starvsfelagarnir siga, at Sólbjørn er ein persónligheit, hann er erligur, sigur tingini sum tey eru, so teir vita altíð hava teir hava hann. Eisini hevur hann góðan humor. Sólbjørn er eisini kendur sum íðin HB-viðhaldsmaður.