Í dag, 10. oktober, er altjóða sálarheilsudagur. Heimsheilsustovnurin, WHO, setir kikaran á eitt evnið við at fokuserað á sálarliga fyrstuhjálp.
Sálarsjúka er eitt torført evni at viðgera og tað eru enn nógv tabu knýtt at tí. Sálarsjúka sæst ikki og er ring at staðfesta og fyrihalda seg til. Hvussu kann ein hjálpa einum sálarsjúkum og hvat er mannagondin, um tú kemur út fyri einum, ið hevur brúk fyri hjálp, akutt ella ikki?
Tað er evnið, ið WHO vil hava upp at venda og at fáa fólk at tosa um.
Súsanna Olsen er forkvinna í Sinnisbata og hon sigur, at við víkjandi sálarligari fyrstuhjálp hava vit nógv at gera í Føroyum.
- Tað eru batar at hóma og vit eru blivin nógv meira skiljandi viðvíkjandi sálarsjúkum, at tað er ein trupulleiki. Enn mangla vit tó nógv innan t.d. sálarligari fyrstuhjálp. Vit hava onga tlbúgving klára á økinum, sigur Súsanna Olsen.
Hon sigur víðari, at ofta verða fólk, ið knappliga hava brúk fyri sálarhjálp víst til kommunulæknan, men um tað er eftir arbeiðstíð, so standa tey á berum.
- Tað er ein trupulleiki, ið vit eiga at raðfesta hægri í Føroyum, sigur Súsanna Olsen.










