Sálarsjúk børn... ein viðmerking !

Sosialurin hevði í gjár grein um korini hjá sálarsjúkum børnum, og eisini prát við undirritaða um hetta

Prátið kom í lag, tá blaðmaðurin vildi hava eina viðmerking til aðra grein, har foreldur kendu seg slept upp á fjall av skipanini. Viðmerkingarnar vóru av yvirskipaðum slagi, tá sjálv søgan ikki var mær kend og ikki ber heldur til at gera beinleiðis viðmerkingar til ávísar sakir. Okkurt í greinini kann misskiljast, og tí neyðugt við hesi viðmerking.

At viðgerðarligu viðurskiftini hjá sálarsjúkum børnum ikki eru nøktandi, er (tíverri) sum so ikki nakað nýtt, men nakað, sum støðugt verður arbeitt við at bøta um í góðum samstarvi millum avvarðandi myndugleikar. Vit skulu ikki leita so nógv ár aftur, tá eingin møguleiki var at fáa beinleiðis barnapsykiatriska hjálp her. Farið varð síðani undir at fáa serkøna hjálp uttanífrá at koma hendan vegin og var hetta ein bati. Í nøkur ár hava vit fingið barnapsykiatarar og barnasálarfrøðingar hendan vegin nakrar ferðir árliga. Trupuleikin við slíkari skipan var, at eingin skipað uppfylgjan var av tí arbeiði gjørt varð, og eingin beinleiðis førleikamenning var av starvsfólkum her heima á hesum økinum.

Tí varð farið undir at skipa okkara egna barnapsykiatriska toymi á psykiatriska deplinum, har vit miðvíst arbeiða við at menna førleikan her heima til at taka sær av útgreinan og viðgerð, - í góðum samstarvi við teir serfrøðingar, sum framvegis koma uttanífrá. Í 2007 fekk barnapsykiatriin fyrstu ferð sína egnu fíggjarligu játtan og hendan er tvífaldað í hesum árinum. Fleiri fólk eru vorðin tilknýtt barna- og ungdómspsykiatriska toyminum og arbeitt verður alsamt við at menna teirra førleikar á økinum, bæði hvat viðvíkur útgreinan av sjúkum og til viðgerð. Trupulleikin er, at vit ikki frammanundan hava fólk við hesum førleika, og at slíkur ikki fæst eftir einum degi, men at slík upplæring tekur tíð. Skipanin má mennast stigvíst, og gongd er í hesum máli.

Í løtuni eru 150 børn og ung knýtt at barna og ungdómspsykiatriska toyminum. Tíverri eru eisini fleiri á bíðilista, men tíbetur færri enn tað vóru fyri einum ári síðani.

 

Tað er sostatt ikki ein manglandi fígging, sum er orsøkin til at hjálpin/serfrøðin kemur uttanífrá, sum undirritaði verður endurgivin fyri at hava sagt. Játtanin er rættuliga nýggj á fíggjarlógini og hevur verið hækkandi eftir leisti, sum er lagdur í góðum samstarvi við avvarðandi myndugleika.

 

Ein annar táttur, sum verður komið inn á, er at tað eru nøkur, sum hava tørv á einum meira umfatandi greinigar- ella viðgerðartilboði, enn tað sum kann gerast við ambulantum viðtalum. Her hava vit havt møguleikan at sleppa fram at á deild ella viðgerðarstøðum í Danmark. Har er trýstið á skipanina rættuliga stórt, og vit hava ikki frammiíhjárættindi, og tí verður her, eins og har, alt ov drúgv bíðitíð. Tann partin verður strongt á at loysa í Danmark, men givið er, at tað ikki er nøkur gongd leið hjá okkum at dúva upp á hetta, og at vit kundu gjørt meira við at skapt hesar førleikar her heima eisini. Tí verður í greinini komið inn á barnaverndarstovnarnar undir Almannastovuni (har teir framvegis eru), sum vit eisini í svari til fyrispurning í Løgtinginum í farnu viku hoyrdu um, og sum hava færri børn enn ætlanin var. Hetta eru ikki viðgerðarstovnar fyri børn við sálarsjúkum, um enn tey stundum fáa álagdar slíkar uppgávur. Orsøkin til at teir komu inn í prátið varð hetta keðiliga blandið av, at nakrir stovnar standa hálvtómir og stundum fáa álagdar uppgávur tey ikki kenna seg hava førleika til, samstundis sum vit brúka (nógvar) pengar til at senda børn og ung av landinum á viðgerðarstøð (aftaná drúgva bíðitíð) og samstundis sum nøkur als ikki fáa neyðuga tilboði. Her mugu vit kunna brúka tilfeingið betri og menna okkara egna. Tí gleðiligt at hetta er komið við í samgonguskjalið sum eitt av málunum, sum sitandi samgonga hevur sett sær fyri at loysa, og okkara partur í hesum arbeiði skal ikki liggja eftir.

 

Annars er at siga, at brotið úr samgonguskjalinum, sum blaðið hevur sett saman við greinini í gjár, stavar frá CHE samgonguni, og er vorðið søguligt skjal.