Tað verður ein gøtumaður, sum skal leiða mentanarhúsið í Fuglafirði framyvir.
Nevndin í Fuglafjarðar Sjónleikarfelag, sum eigur og rekur Mentanarhúsið, hevur gjørt av at seta Sólarn Solmunde sum leiðara fyri húsið.
? Sólarn er ein eldsál í føroyska mentanarheiminum, og hann hevur nógvar royndir at skipa fyri tiltøkum, sigur nevndin sum grundgeving fyri at seta hann í starvið.
Sólarn er kendur frá eitt nú tónleikafelagnum Grót, sum hevur skipað fyri nógvum tiltøkum seinastu árini, og hann hevur verið ein av grundstuðlunum undir G! festivalinum, sum hevur verið í Gøtu seinastu tvey árini.
Tað koma óvart á
Sólarn Solmunde er longu farin til arbeiðis, og tá vit hittu hann í telefonini fyri middag fríggjadagin, var hann staddur í Fuglafirði.
? Eg eri glaður fyri at eg fekk hetta starvið. Tað kom eitt sindur óvart á meg, at eg skuldi fáa tað, men eg eri ótrúliga spentur at fara undir hesa uppgávuna. Hetta er veruliga nakað, sum eg brenni fyri, sigur hann.
? Føroysk mentan og føroysk list eigur eitt stórt pláss í mínum hjarta, og eg vil virka fyri, at tað verður fjølbroytt mentanarligt virksemi í húsinum framyvir.
Regluligt virksemi
Sólarn Solmunde hevur sett sær sum mál, at tiltøkini og virksemið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði skal vera meira fjølbroytt framyvir.
? Enn kann eg einki ítøkiligt lova, tí fyrsta má eg seta meg inn í alt, men eg haldi, at tað ber til at hava tiltøk og vinna pengar uttan bara at satsa upp á ein stóran dans einaferð um vikuna. Tað eru sjey dagar í vikuni, og tað eigur at bera til at hava meira reguligt virksemi í húsinum, sigur hann.
Sólarn hevur tikið seg úr nevndini í Grót, har hann var ein av høvuðsmonnunum, og hann verður ikki oddamaður fyri G! festivalin, nú hann er farin í starvið í Fuglafirði.
Leygardagin klokkan 15.00 verður almenn móttøka fyri nýggja leiðaranum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.