Sólarmyrking verður í morgin

Umleið klokkan 8.30 byrjar ein partvís sólarmyrking, sum varar fram móti klokkan tíggju. So er bara spurningurin, um hetta er ov tíðliga hjá okkum at síggja hana. Í morginárini verður ein partvís sólarmyrking. Men á Tycho Brahe Planetarium ávara tey um at taka trygdarreglar. Antin kann man brúka sólarmyrkingarbrillur ella eina sveisingarmasku at verja eyguni, men tað ber eisini til at gera egnan sólkikara.

- Tú tekur ein vanligan kikara og skermar av annan linsan. So peikar tú linsuna móti sólini og projekterar myndir av sólarmyrkingini á hvítt pappír, sigur astrofysikari Michael Linden-Vørnle frá Tycho Brahe Planetarium.

Hann undirstrikar tó týdningin av ikki at hyggja beinleiðis móti sólini við kikara, tí tað merkir blindleika beinanvegin.

Tá sólin reisir í morginárini er sólarmyrkingin longu byrjað. 83% av diametrinum á sólini verður myrk. So er bara spurningurin, hvussu ljóst verður.