Tíðindaskriv
Kórið Sólarmagn, sum er mannað av sangarum av Velbastað og úr Kirkjubø, skal á kórvitjan í Írlandi í døgunum 7. til 14. august. Kórið, sum hevur vant nógv til ferðina seinastu mánaðarnar, fer í hesum sambandi at skipa fyri stórum tiltakið á Velbastaðhálsi leygardagin frá kl. 10.
Um veðrið ikki verður til vildar, verður tiltakið flutt út í vakstrarhúsið í Dølum - sum liggur millum bygdirnar báðar, Velbastað og Kirkjubø.
Umframt at kórið fer at syngja, er ein fjøltáttað skrá sum boðar frá forkunnugum og hugnaligum tilboðum til øll, ung sum gomul.
Kórlimirnir hava ruddað loft og kjallarar, og savnað alskins lutir til loppumarknað. Børnini kunnu fiska sær eina gávu í Stjórutjørn, verða málað í andlitinum, sleppa ein túr á hestabaki ella hoppa í hoppiborgini. Harumframt verður stór burturluting við fimmti megnar vinningum, so sum leikum, kurvum, kjøti og mongum øðrum. Neytamykjukappingin, sum skuldi vera fyrr í hesum mánaðinum, verður avgreidd, og seðlar kunnu eisini keypast eina løtu leygardagin. Gerast fólk svong, fæst okkurt gott til matna av grillini, og kaffi og køkur fáast til keyps.
Summarhugnin á Velbastaðhálsi verður nú leygardagin kl. 10 og kórið minnir fólk á at skøða seg eftir umstøðunum. Tí, hóast summarið er komið, eru gummistivlarnir altíð góðir, tá farið verður í hagan.









