Tað var í summar, at H71 fekk nýggjan venjara, danska Sonni Larsen, sum tók við eftir Petur Mittún og Halgiri Dahl Olesen. Higartil hevur gingið stak væl hjá hoyvíkingum við nýggja venjaranum, tí nú liðini í FTZ-deildini eru farin í jólafrí er H71 oddalið í deildini við 25 stigum eftir 30 dystum.
Sum nakað nýtt, ið helst ikki er brúkt í føroyskum hondbólti áður, so hevur besti hópurin hjá H71 nýtt sálarliga menningaramboðið, Garuda, sum Sonni Larsen hevur tikið við úr Danmark. Við Garuda verður granskað í atferðini hjá leikarunum í ymsum støðum, og hetta ger, at teir blíva bólkaðir í ymsar fýra litir. Á hendan hátt fáa leikararnir eitt felags grundarlag fyri betur at kenna styrkir og veikleikar hjá hvørjum øðrum.
- Hetta er spennandi og nýtt. Vit gera hetta, tí at vit vilja fáa maksimala menning og avrik burturúr leikarunum. Fyri at leikarin skal menna seg so nógv sum gjørligt er neyðugt, at hann kennir seg sjálvan, men eisini, at hann er varugur við, hvat hann kann gerast betur til. Alt hetta ger, at vit fáa eina felags grund fyri framhaldandi menning, sigur Sonni Larsen í samrøðu við VikuskiftisSosialin.
Les meira í Vikuskiftissosialinum, har Sonni Larsen eisini greiðir frá, hvat hann heldur um H71 og føroyskan hondbólt, kvinnuhondbóltin í felagnum og sína egnu framtíð sum venjari. Eisini kann lesast um fýra H71-leikarar, sum eru bólkaðir í teir ymsu Garuda-litirnar.
VikuskiftisSosialurin fæst til keyps í sølubúðunum, og eisini ber til at keypa blaðið á netinum fyri ein bíligari penga við at trýsta her.