Meiri enn 400.000 danir eru í dag í viðgerð við heilivági ímóti tunglyndi, og sum skilst, eru nærum ein hálv millión fólk plágaði av einum ella øðrum slagi av sálarligari sjúku. Samfelagsligu útreiðslurnar eru samsvarandi høgar: Mett verður, at sálarlig sjúka kostar danska samfelagnum 55 milliardir krónur árliga.
Ein nýggj stór kanning vísir, at ein samsvarandi øking eisini kann staðfestast á europeiskum stigi. Nærum 165 milliónir, heili 38 prosent av øllum evropearum, verða hvørt ár rakt av líðingum, so sum tunglyndi, angist, svøvnloysi ella minnisloysi. Hetta vísir ein nýggj stór kanning grundað á dáta, sum er savnað inn í øllum ES limalondunum, umframt í Sveis, ìslandi og Noregi.
Tá ið tað eftir metingini bert eru umleið ein triðingur, sum fær neyðugu viðgerð ella heilivág, so eru sinnissjúkur ein stór búskaparlig og almenn byrða, sum kostar fleiri hundrað milliardir evrur árliga.
Fýra útav tíggju hava søkt um hjálp
Í samband við Altjóða Sálarheilsudagin hjá WHO, sum verður hildin tann 10. oktober árliga, hevur Epion vegna Psykiatrifonden gjørt eina nýggja kanning millum 1.500 danir, og vísir hon á áhugaverdar upplýsingar til dagsins høvi.
Millum úrslitini av kanningini eru hesi:
· Nærum fimti hvør dani hevur nýtt grundgevingina `kropslig sjúka` fyri sínum arbeiðsgevara, hóast orsøkin til eina fráveru í veruleikanum var sálarligir trupulleikar.
· Nærum 40 prosent hava onkuntíð sett seg í samband við lækna ella sálarfrøðing fyri at tosa um sálarligar trupulleikar. Her er tó týðandi munur á kynunum báðum. Umleið helmingurin av konufólkunum hava leitað sær hjálp, meðan hetta `bert` er galdandi fyri 30 prosent av mannfólkunum.
· Umleið fimti hvør hevur upplivað, at starvsfelagar á arbeiðsplássinum hava tikið frástøðu frá øðrum starvsfelagum við sálarligum trupulleikum ella sálarligari sjúku.
Orð á sálarligu líðingarnar
Tá ið spurt verður, hvørjar orsøkirnar til at alsamt fleiri fáa sálarligar trupulleikar og sálarligar sjúkur eru, svara tveir triðingar av teimum spurdu, at arbeiðslívið er vorðið meira krevjandi.
Ein onnur vanlig frágreiðing, svarað av 47 prosentum, er tann, at tað sosiala lívið er vorðið meira krevjandi. Eini 45 prosent meta, at danir ikki eru vorðnir meira sjúkir, men eru harafturímóti vorðnir skjótari til at søkja sær hjálp og viðgerð. Fimti hvør vísir á, at vøksturin í teimum sálarligu trupulleikunum er eitt úrslit av, at danir ikki eru eins sterkir sum áður.
Roal Ulrichsen, formaður í Dansk Psykolog Forening, sær tølini sum eitt tekin uppá, at danir í minni mun finna seg í at hava tað vánaligt og mistrívast:
- Vit fara til sálarfrøðing við angist, tunglyndi, sorg, strongd o.a., men við framtíðini í huga, føra hesi eyðkennir til eitt samfelagsligt skammlop. Tað modernaða framleiðslulívið niðurpínur einstaklingin og misnýtir tann menniskjaliga faktorin útyvir tað ein megnar. Somuleiðis verða fríðar rammur givnar. Tað skal ganga galið, og tað ger tað. Soleiðis sum samfelagið og arbeiðsmarknaðurin eru inrættað, ber kostnað við sær á sálarliga økinum.
Roal Ulrichsen leggur harumframt dent á, at kanningin endurspeglar, at tað framvegis er av alstórum týdningi, at tosað verður um sálarligar líðingar.
Eitt stórt arbeiði skal gerast, eisini hjá arbeiðsplássum og leiðarum, hvørs ábyrgd tað er at vísa almenna ábyrgd og gera rúm fyri fólkum við sálarligum líðingum. Tað er jú eisini sera óhugaligt hjá arbeiðsfelagum at skula lúgva. Tískil skal orka leggjast í, at fáa fleiri við sálarligum líðingum at arbeiða og at fella væl inn millum sínar starvsfelagar, sigur hann.
Psykolognyt, nr. 17., 14. oktober 2011.










