Sálarliga kríggið er í gongd

Venjarnir hjá Manchester United og Chelsea, Alex Ferguson og Avram Grant koyra eitt sálarligt kríggj, áðrenn síðsta og endaliga umfarið í Premier League í morgin. Grant heldur í sínum lagi, at Chelsea hevur uppiborið at gerast enskir meistarar, tí teir spæla eftir hansara tykki tann besta fótbóltin í Onglandi. Ferguson hevur í sínum lagi ákært Bolton-leikarnar, sum skulu leika ímóti Chelsea í morgin at hava verið nógv í býnum farnu vikuna, og fyri als ikki at hava fyrireikað seg til dystin í morgin. So fer tíðin at vísa, um Bolton fer at vísa ákærunum aftur á vøllinum. Og tað er kanska júst tað, sum Ferguson ætlar.

Chelsea hevur ikki tapt í Premier League síðani teir taptu 0-1 ímóti Arsenal tann 16. desember í fjør. Seinast tvey oddalið í bestu ensku fótbóltsdeildini vóru jøvn í stigum, áðrenn síðsta leikumfarið, var fyri júst 40 árum síðani. Í mai 1968 vóru Manchester City og Manchester United jøvn í stigum. City vann 4-3 á Newcastle, og United tapti 2-1 ímóti Sunderland, og Manchester City vann meistaraheitið. Í morgin kl. 17 eru vit alt klókari.