– Kenslan er øgiliga góð, líka góð sum í fjør. Tað stóð avgjørt eitt sindur á í seinna hálvleiki, men trýstið var ikki so stórt. Vit løgdu okkum automatiskt aftur at verja støðuna, og eg haldi, at vit vóru sálarliga klárir til tað, segði 20 ára gamli argjamaðurin hjá HB, Rógvi Poulsen, sum er ein av trimum spælarum á meistaraliðnum, ið hevur spælt við í øllum dystunum í ár, og við átta málum er hann næstbesti málskjúttin hjá HB í landskappingini.









