Hettar tiltak hevur verið fyriskipað á hvørjum ári síðan 1977.
Sólarkaffi verður hildið í samband við, at sólin aftur sæst um alla bygdina.
Á Toftanesi verður sagt, at á kyndilsmessu 2. februar sæst sólin á Fløttutoftini, kongadagin 11. februar sæst hon um alla bygdina.
Henda dagin bjóðar Bygdarhúsið øllum kaffi og køkur, sum konufólkið í bygdini hevur bakað og latið til tiltakið.
Á skránni annars eru tónleika- og sangframførslur.
Í ár leggur Martin Fjallstein eisini fram 4. bind av Leirvíkar Bygdarsøgu.
Tá sólarkaffi er, kemur rættiliga nógv fólk úr bygd og av bygd, at hitta familju og kenningar og hugna sær.










