Sunnudagin 13. februar kl. 15.00 verður árliga sólarkaffi í Bygdahúsinum í Leirvík. Umframt tær nógvu køkurnar, er vanliga eitthvørt annað á skránni. Undanfarin ár hava málningar og gamlar myndir verið sýndar fram, umframt tónleikaframførslur.
Í ár er ætlanin at vita, um til ber at fáa til vega gamlar lutir úr bygdini at sýna fram. Tískil verður heitt á bygdafólkið um at lána okkum forvitnisligar lutir, sum kunnu vera við til at gera sólarkaffi til eitt minniliga løtu.
Lutirnir kunnu vera alt millum himmal og jørð og aldurin hevur sum so ikki so nógv at siga. Tó skulu teir helst vera minst 30 ár.