X-Factor er komið aftur á breddan og innleiðandi umførini eru byrjaði.
Tann nógv kritiseraði dómarin Thomas Blachman er ikki longur við í dómaratrioini, men kortini eru orðini frá dómarunum heldur hvøss og beinrakin, og fingrar verða ikki lagdir ímillum, tá ið tey, sum ikki egna seg sum sangarar royna seg í kappingini.
- Hyggjaraskarin hjá X-Factor er stórur, og har sita tríggir
autoritetspersónar, sum vísa teimum ungu, at tað er í lagið, at happa oggera gjøldur burturúr teimum, sum ikki duga so væl, sigur Anna D. Hentze.
Anna D. Hentze er sálarfrøðingur, og millum annað tiltakslimur í
Miðlaráðnum, sum hevur til endamáls at leiðbeina og kunna almenningin um góðan sið og vandamál innan filmar, telduspøl, alnót, blogg, fartelefon við meira. Hon heldur ikki, at X-Factor lærir ungum hvussu tey skulu uppføra seg mótvegis øðrum.
- Dómararnir virka ofta sum fyrimyndir, og tey stúra ikki fyri, at gera gjøldur burturúr luttakarum, sum ikki klára seg væl. Tað kann elva til, at tey ungu halda tað er í lagið, at happa onnur, sigur Anna D. Hentze.