Strongd er á breddanum í hesum døgum, tí í kvøld klokkan 19.30 verður Reinsaríið karmur um tiltakið "Uttan strongd".
Suni Poulsen, sálarfrøðingur, vísir í tíðargrein í Sosialinum í farnu viku á, at tað er ein máti, sum hevur víst seg at riggað væl upp á strongdrakt fólk. Tí meðan eitt er fyribyrging, er spurningurin hvat hendir, tá óhappið er úti og fólk gerast sjúk av strongd.
- Í Føroyum eru vit ikki komin so langt á strongdøkinum. Her finnist einki samlað tilboð til persónar, ið koma illa fyri av strongd. Hetta sjálvt um vit hava allar partarnar av eini effektivari viðgerð í landinum. Eitt konsept, sum hevur víst seg sera effektivt, er ein trídeild viðgerð. Fyrst skulu fólk stuðlast til at koma fyri seg likamliga, og her hjálpir t.d. fysioterapi, yoga ella meditatión. Harnæst skulu tey strongdraktu hjálpast við at fáa innlit og yvirlit yvir, hvussu tey endaðu við at brotna mentalt, og hvussu tey ansa betur eftir sær sjálvum framyvir. Ofta fylla skomm- og skuldarkenslur, ørkymlan um hvør hevur skylduna og vreiði móti starvsfeløgum og leiðarum. Fólk skulu bjóðast sálarfrøðiliga viðgerð í mun til at fáa greiði á hesum viðurskiftum. Endaliga vísir tað seg týdningarmikið, at fólk fáa eitt slag av “sosialráðgevara stuðli”; t.v.s. eina uttanveltaða kontakt til arbeiðsgevaran, sum kann samráðast um, hvussu tann strongdrakti skilabest kemur aftur til arbeiðis, t.d. fyrst í niðursettari tíð, og hvussu man tryggjar, at tann strongdrakti ikki troppar upp til somu arbeiðsviðurskifti, ið eru heilsuskaðilig, og at arbeiðsuppgávurnar ikki bara hava hópað seg upp á skriviborðinum, sigur Suni Poulsen.
- Aktuelt fáa nøkur goldið professionella viðgerð av teirra arbeiðsgevarunum – tað eru serliga privatu arbeiðsgevararnir í Føroyum, ið hava gjørt hetta. Ímeðan onnur antin mugu gjalda sjálvi ella velja viðgerðina frá, sum vit vita er best, skrivar sálarfrøðingur.










