Sálarfrøðingur: Menn mugu manna seg upp

Tann gamli, myndigi pápin er ikki upp á móta, men brúk er fyri honum í familjuni.

Tað heldur danski sálarfrøðingurin Finn Korsaa.


– Patriarkurin órógvaði sambandið millum mammu og barn, og onkursvegna hevur hann altíð verið ein ræðumynd. Í grundini noyddi tann strangi pápin børnini at sleppa sínum tøttu kenslubondum við mammuna, og harvið atmenna sína egnu persónligheit.

– Nú er kvinnan blivin leiðarin í familjuni, og maðurin leggur seg undir hennara leiðslu. Tað hevur við sær, at sambandið millum barn og mammu verður ikki bjóðað av, og tað kann hava við sær, at tey ungu hanga uppi í mammuni. Serliga dreingirnir eru taparar í hesari gongd, sigur Finn Korsaa við Kristeligt Dagblad.

Hann heldur, at ein góð útgáva av patriarikinum finnist, og hann eigur at finna sítt pláss í familjuni.

– Vit skulu ikki blanda patriarkin saman við tann hjálparleysa mannin, sum skeldar og slær. Hann er ikki patriarkur, hann er bara desperatur, tí hann dugir ikki at vera maður, sigur Finn Korsaa.

– Familjan heur brúk fyri einum myndigum manni, sum hevur virðing fyri konuni og hjálpur børnunum at verða sjálvstøðug, sigur hann við Kristeligt Dagblad.