Sálarfrøðingur: Britney deyð um eitt hálvt ár

Ein av fremstu sálarfrøðingum í USA slær nú fast, at Britney Spears allarhelst er deyð um eitt hálvt ár, um hon ikki fær hjálp. Dr. Lillian Glass undirstrikar, at hon einans kemur fram við sínari hugsjón í einari lítlari vón um, at sangarinnan lesur hennara ávaringar og fær sær hjálp.

Um Brtiney ikki blívur innilæst ella í minsta lagi fer í viðgerð, doyr hon innan seks mánaðir.

Sambært Dr. Glass hevur Britney eitt slag av persónligheitsórógvi, ið kallast cyklothymi.

Og tað hevur alstóran týdning at hon fær hjálp.

Dr. Glass lýsir sjúkuna sum eina langtíðarsjúku, har ein hevur stuttar løtu við lættum tunglyndi og síðani stuttar løtur við sokallaðum hypomani. ? Tað vísir hvussu hon eina løtu virkar heilt í ordan, meðan aðrar tíðir uppførir seg púrasta sinnisjúka?, sigur Glass og leggur aftrat, at Spears er ein upplagdur persónur at gera sjálvmorð.

Diagnosan passar væl til hvussu fyrrverandi popprinsessan hevur borið seg at seinastu vikurnar.

Spears var púra í ørviti 4. Januar, tá ið hevði synirnar hjá sær sum gíslar, men var so normal nakrar dagar seinni, at hon kravdi at verða útskriva av sinnisjúkudelid á Cedars-Sinai Medical Center.

Sangarinnan helt fram við at føra seg at sum eitt ørt, tá ið hon rýmdi úr dómhúsinum í Los Angeles í staðin fyri at stríðast fyri at sleppa at verða saman við synunum aftur.