Hvussu bøta vit huglag og samstarv á arbeiðsplássinum? Hvønn týdning hevur spæl í barnagarðinum? Hvussu kunnu strongd og tunglyndi fyribyrgjast? Hvussu handfara vit ung við torførum kenslum? Hvussu ávirkast børn av hjúnarskilnaði? Hvussu basa vit angist? Hvussu bøta vit um parlagið?
Hetta eru nakrir av spurningunum, sum verða viðgørdir á tilsamans 28 verkstovum á Hotel Føroyum og í Norðurlandahúsinum, tá 31 sálarfrøðingar bjóða til fakligan festival dagarnar 22. og 23. mars.
- Endamálið við festivalinum er lutvíst at menna sálarfrøðiliga vitan, innlit og førleika í Føroyum, og lutvíst at bjóða øðrum fakbólkum møguleika at ogna sær vitan og íblástur innan júst hetta økið. Endamálið er eisini at vísa samfelagnum øll tey sera fjølbroyttu tilboð, sum hesin fakbólkur hevur at bjóða, sigur Súsanna O. Skaale, sum er forkvinna í bólkinum, ið samskipar tiltakið.
Sálarsjúkur fram í ljósið
Súsanna O. Skaale sigur, at fyri nøkrum árum síðani var tað tabu og merkt av skomm, um fólk høvdu tørv á sálarfrøðiligari hjálp.
- Hetta gjørdi slíkar trupulleikar nógv tyngri at bera hjá teimum, sum høvdu teir. Og tí er tað eitt mál í sær sjálvum at fáa fram í ljósið, at tað altíð eru fólk – rættiliga nógv fólk – sum dragast við trupulleikar av sálarligum slag, sigur hon.
Fólk hava eisini havt ta fatan, at sálarfrøði bert er fyri fólk, sum eru í svárari neyð og als ikki fungera í samfelagnum.
- Hetta er als ikki rætt. Sum skráin fyri fakfestivalin sýnir, fevnur sálafrøðin sera vítt, og eisini fólk, stovnar og fyritøkur, sum sýnast at fungera rímiliga væl, kunnu fáa gagn av teimum amboðum, sum sálarfrøðin hevur at bjóða, sigur Súsanna O. Skaale.
Tríggir bólkar
Fakfestivalurin er serliga ætlaður trimum bólkum: Privatpersónum, ið ynskja persónliga menning, fakbólkum, ið hava gagn av sálarfrøði, t.d. pedagogum, lærarum, sjúkrarøktarfrøðingum, læknum, og løgreglufólki, umframt leiðarum og fólki við starvsfólkaábyrgd.
Meiri fæst at vita á www.psykolog.fo. Har ber eisini til at melda seg til fakfestivalin.