Ein sera sterk sólaródn er ávegis móti jørðini, og tað kann føra við sær, at el og útvarpssignal verða órógvað. Hetta skrivar bt.dk í dag.
Amerikanska Nasa støðin ávarar nú ímóti, at syðra helvtin av sólini hevur havt eina stóra eksplosión, sum kann ávirka ymiskt samband á heiminum komandi dagarnar.
Longu nú hevur hetta gjørt sína ávirkan galdandi í Kina, og fríggjadagin og leygardagin væntast el- og útvarpssignal kring heimin at ávirkast av hendingini.
Nasa sigur, at eksplosiónin er at kalla í X-flokki, sum er tað hægsta innan sólareksplosiónir.
Eksplosiónin fevnir um eitt øki, sum er áleið 100.000 kvadratkilometrar, og hitin tá var áleið 19 milliónir stig.