Fimtan teir fyrstu bókstavirnar, sum er í bókini Súlan, eru nú gjørdir teldutøkir, so lærarin kann brúka tilfarið á annan hátt enn bara úr bókini Fløgan, sum Gunnvør Højgaard hevur gjørt í Powerpoint, fæst frá Bókamiðsøluni, hvørja ferð eitt flokssett av Súluni verður keypt.
Fløgan verður løgd í telduna og við at trýsta á ?millumrúm? koma bókstavirnir fram. Á fløguni er ein animerað framløga av bókini, bókstav fyri bókstav, ið gevur læraranum fleiri møguleikar at arbeiða við tilfarinum. Á fløguni eru eisini ljóðfílur við sangum.
Osvald Jacobsen hevur teknað, og Gunnvør Højgaard er høvundur at tilfarinum, ið ber felagsheitið Súlan. Á tveimum skeiðum, sum vera á Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð fyri heystfrítíðina, fara tey bæði at vísa á, hvussu nýkomna bókin Súlan kann brúkast í undirvísingini í fólkaskúlanum.
Kelda: www.fsg.fo










