Tann ríki gjørdist ríkari og harvið gjørdist munurin ímillum lønartrælin og alsamt sjónligaru nýggju aðalstættina enn størri. Hetta var eftir mínum tykki høvuðsúrslitið eftir søluna av Føroya Banka.
Ávísar kreftir megnaðu at skapa eina so mikið stóra yvirtekning av partabrøvum, at løntakarin so at siga ikki slapp at tekna seg fyri nakrari nevniverdari mongd av partabrøvum. Men samstundis fingu stjórarnir eyka løn av skattgjaldarans pengum uttan eyka stríð og ein av stjórunum slapp einsamallur at tekna seg fyri 7 milliónum í partapeningi. Nøkulunda sama støða var galdandi aðrastaðni í leiðslu bankans.
Løntakarin, ið megnaði at kroysta pengapungin so mikið, at hann kundi seta seg fyri 200 túsund krónum, slapp ikki at seta seg fyri meira enn 10 túsund krónum í partapeningi. Sama var galdandi fyri tann, ið hevði megnað at skavað sær 300 túsund krónur saman.
Hvør avgjørdi hvat?
Hvussu bar tað so til, at stjórarnir, beinan vegin sluppu at seta heilt upp í 7 milliónir krónur í bankan. Var tað tí, at teir vistu, at parabrøvini vóru yvirteknaði 26 ferðir og tí kundi annar stjórin seta seg fyri 181 milliónum, fyri til endans at fáa 7. Ella vóru onnur viðurskifti galdandi. Sigi ikki at tað er so, men spuringurin er áhugaverdur at seta og mikið meira áhugavert hevði verið at fingið svar.
Nakrir politiskir spurningar eru eisini at seta. Tann størsti er sjálvsagt, hvussu tað ber til, at vanliga fólkið ikki slapp at keypa nakað nevnivert av sínum egna banka, tá júst hetta skuldi vera aðaltátturin við valda einskiljingarháttinum?
Hvussu ber tað til, at ríkmaðurin sum herfyri ósmæðið keypti landsstýrismannin í fíggjarmálum, uttan trupulleikar gjørdist størsti eigarin av einskilda bankanum? Hvønn leiklut hevur landsstýrismaðurin, sum upprunaliga fyrireikaði søluna, seinni havt í keypinum av bankanum. Sigi ikki, at nakað samband er í hesum føri. Men eisini hesin spurningurin er áhugaverdur at seta og mikið meira áhugavert hevði verið at fingið greitt og gjølligt svar.
Úr sama politiska flokki er eisini ein tinglimur, ið samstundis hevur leiðandi leiklut sum nevnalimur í Føroya Banka. Rokni ikki við, at hesin hevur havt nakran beinleiðis leiklut í sambandi við søluna. Men áhugavert hevði verið at fingið hetta greitt og greinað.
Óheppi stættarbýti
Oman á allar hesar spurningar ber kortini tíverri til at staðfesta, at hendan fyrsta veruliga privatiseringin hevur førkað føroyska samfelagið nærri einum ógvuliga óhepnum stættarbýti. Hetta eigur Javnaðarflokkurin ikki at lata sær lynda. Og tí er tað, at eg eftir at hava ráðført meg við nøkur av fremstu fólkunum í Javnaðarflokkinum mæli til, at allar privatiseringar verða steðgaðar meðan Føroya Banka sølan verður eftirmett og politiskt viðgjørd.
Vit kunnu gleðast um framburð í samfelagnum, men tíverri er tað soleiðis, at í tíðum við ovurstórum búskaparligum framburði, eru tað nakrir fáir stórir vinnarar, meðan nógv detta niðurímillum orsakað av ovurhøgum bústaðarprísum og mongum øðrum meirkostnaðum, ið fylgja við at liva og virka í einum samfelag, har búskaparvøksturin er so stórur.
Tí er tað eisini ein politisk avbjóðing – serliga hjá einum javnaðarflokki – at syrgja fyri, at allir samfelagsins borgarar eiga lut í búskaparvøkstrinum. Føroyar eiga at vera eitt samfelag fyri øll. Tí er neyðugt at endurvinna sterku sosialdemokratisku hugsjónina, ið setur karr ráða nýkapitalistiska rákið skák mát.