Sølan í SMS er stagnerað

- Vit duga ikki at siga, um sølan sum heild er minkað, men hon er í øllum førum stagnerað, og fólk ansa betur eftir, hvat tey keypa, sigur Hans Mortensen, stjóri í SMS

Søla

Samstundis, sum arbeiðsloysistølini veksa, merkir handilslívið eisini, at sølan er stagnerað. Enn er nakað tíðliga at siga, um sølan sum heild er minkað, tí eingi hagtøl eru, sum siga, at so er.
Hans Mortensen, stjóri í SMS, sigur, at soleiðis, sum hann hevur skilt á handlunum í sølumiðstøðini, eru fólk farin at ansa betur eftir, hvat tey keypa.
- Eg tori ikki at siga, at sølan er minkað nakað av týdningi, men tað er í øllum førum greitt, at hon er stagnerað.
Stjórin sigur, at tey, sum í fyrsta lagi merkja stagnatiónina, eru handlar, sum selja tær dýraru brúksvørurnar.
- Tað vísir seg, at matvørurnar er tað seinasta, fólk spara uppá, tá ið keypiorkan minkar ? ella fólk gerast meira varin. Hinvegin kunnu vit síggja, at fólk eru meira umhugsin og keypa øðrvísi í dag, sigur Hans Mortensen.
Hann vil tó ikki tosa um nakra kreppu, tí enn er ov tíðliga
at siga, hvussu samfelagsgongdin og harvið keypiorkan verður.
- Eg trúgvi, at handlarnir í SMS sum heild hava havt eina minni sølu í januar og februar í ár í mun til somu tíð í fjør, men í løtuni kenni eg eingi hagtøl, sum siga, at so er. Tískil dugi eg heldur ikki at siga, um talan yvir eitt longri tíðarskeið er um eina afturgongd ella bert um eina stagnatión, sigur Hans Mortensen.
Tilsamans 28 handlar eru í sølumiðstøðini í høvuðsstaðnum.