Sølan minkað 24,3%

MINNI RÚSDREKKA: Hetta sær eitt sindur løgið út, heldur stjórin í Rúsuni

- Óvissan valdar!
Tað er tann stutta viðmerkingin hjá Elsu Mariu Olsen, stjóra í Rúsuni, tá ið vit spyrja hana, um hon klárar at halda lógina í ár.
Løgtingið hevur samtykt, at í ár skal Rúsan hava eitt avlop upp á 16,848 milliónir krónur.
Men seinasta mánaðin hevur sølan hjá Rúsuni ikki verið sum væntað og fyri at tryggja sær, at kunna halda lógina, ætlaði Rúsan at lata deild upp í SMS og í Sundalagnum og at fara undir at selja víngløs og annað, sum hoyrir til rýsdrekkanýtslu.
Men hendan ætlanin varð torpederað í samgonguni og tí hava vit spurt stjóran, um tað nú fer at hepnast henni at halda tær treytir, sum Løgtingið hevur álagt henni.
Men tað er ein spurningur, sum Elsa Maria Olsen als ikki kann svara upp á í løtuni.
Hon staðfestir, at sølan hevur verið rættiliga undarlig í ár.
Men serliga nú í jólamánaðinum ber heilt av.
- Eg má viðganga, at støðan er eitt sindur løgin og tann stutta niðurstøðan má vera, at óvissan valdar enn, sigur stjórin í Rúsuni

Sølan farin í botn
Elsa Maria Olsen sigur, at alla ta fyrstu tíðina í ár hevur sølan verið størri enn í fjør.
Men í heyst fór sølan at minka, serliga í november minkaði sølan nú nógv.
Men tríggjar teir síðstu dagarnar í november vaks sølan aftur munandi.
Rúsustjórin heldur, at ein orsøk kann vera at fólk hava stúrt fyri verkfalli og tískil hava hamstrað øl, vín og brennivín.
Men hesi seinastu tríggir dagarnir í november ”bjargaðu” søluni hendan mánaðin.
So so koma vit til desember og hann hevur milt sagt verið svikaligur higartil, tí sølan hjá Rúsuni er rapað i botn.
Desember er annars tann mánaðin, har Rúsan plagar at selja mest.
Serliga teir tríggir seinastu dagarnir upp undir jól og teir tríggir seinast udagarnir upp undir nýggjárið, hava verið teir dagar í árinum, har Rúsan hevur selt nógv mest.
Teir síðstu dagarnar upp undir jól í fjør seldi Rúsan fyri 6,5 millión.
Men skulu vit hyggja eftir gongdini higartil í ár og samanbera við í desember í fjør, er rættiliga stórur munur.
Tað er ein munur, sum fólk kunnu fegnast um ella harmast um, alt eftir um tey halda, at føroyingar skulu drekka minni ella um tey halda, at Rúsan skal halda lógina um at hava eitt ávíst avlop.
Veruleikin er, at higartil fram til hálvan desember í ár, er sølan hjá Rúsuni heili 24,3% minni enn hon var í sama tíðarskeiði í fjør.

Við brestin
Hvat tað er tekin um, er ómetaliga tórført at siga, heldur Elsa Maria Olsen.
Ein orsøk kann vera, at fólk hamstraðu teir síðstu dagarnar í november, tí tey stúrdu fyri verkfalli og av tí sama er sølan minkað tilsvarandi fyrst í desember.
Men hon heldur ikki, at hetta er øll forkláringin, verri enn so, tí sølan er minkað nógv meiri enn so.
Tvørtur ímóti ásannar hon, at Rúsan er eitt tað besta konjunktur-barometrið í landinum.
- Vit eru nokk tað besta barometri fyri, hvussu gongdin er í samfelagnum, tí vit merkja tað frá degi til dags, tá ið tað gongur aftur á hond í samfelagnum og tá ið tað gongur fram á.
Hon vísir á, at Eik gav skarvin yvir í heyst og nú í november fór Fiskavirking eisini av knóranum og kastaði 800 fólk út í arbeiðsloysi.
Rúsdrekka er kanska tað allarfyrsta, fólk halda upp at at brúka pengar upp á keypa, tá ið tað gongur aftur á.
- Tá ið Eik gav skarvin yvir, sást tað alt fyri eitt aftur í søluni hjá Rúsuni og húsagangurin hjá Fiskavirking merktiskt eisini beinanvegin.
Elsa Marika Olsen sigur, at slíkir skelkir ávirka ikki bara keypsmynstrið hjá teimum ávísu fólkunum, sum verða rakt.
- Tað elvir til ringvirkningar allastaðni runt umkring, tí tá ið slíkt hendir, verða øll ávirkað av tí og fara at ansa betri eftir pengunum.
- Í so máta síggi eg eina gongd í samfelagnum, sum eg eri eitt sindur hørm um at síggja, leggur hon afturat.

Jólasølan svíkur í Rúsuni

Nú eitt kvøldið hoyrdu vit í Kringvarpinum, at fólk keypa akkurát tað sama hendan jólamánaðin, sum tey plagdu at keypa upp undir jól.
Handlarnir í Havn lata væl at jólasøluni og sostatt hava kreppa og húsagangir í vinnulívinum ikki ávirkað hugin hjá føroyingum at keypa hvørjum øðrum -og sær sjálvum- jólagávur.
Men tað er í øllum førum eitt undantak og tað er Rúsan, tí hesar seinastu vikurnar er sølan í Rúsuni rapað niður.
Fyrstu vika í desember í ár fall sølan 33,3% afturímóti somu viku í fjør
Aðru viku í desember í ár fall sølan 15,2% aftur ímóti í somu viku í fjør.
Hesa vikuna er sølan eisini munandi minni enn somu tíð í fjør.
Tilsamans vísa tølini, at frá 1. til 15. desember í ár, er sølan 24,3% minni enn hon var í sama tíðarskeiði í fjør.
Verður alt árið tikið undir einum, er sølan vaksin eitt sindur, men hendan síðst mánaðin er hon altso rapað í botn.
Sum tað sæst í hinari greinini, heldur stjórin í Rúsuni, Elsa Maria Olsen, at tað eru húsagangirnir í Eik og Fiskavirking, sum tey rættiliga merkja í Rúsuni.

Óvist um Rúsan fer at klárar tað

Tað er en stórur spurningur um Rúsan fer at klára at geva so stórt avlop, sum Løgtingið hevur kravt, at tey skulu klára.
Tað staðfestir stjórin, Elsa Maria Olsen.
Hon sigur, at tey hava arbeitt hvønn dag í árinum fram ímóti at klára krøvini, men nú minni enn tvær vikur eru eftir av árinum, er tað framvegis óvist, hvussu tað fer at ganga.
Sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni, er sølan rapað í botn seinastu tíðina og tí er óvissan stór.
Samstundis hevur samgongan torpederað fleiri ætlanir hjá Rúsuni, sum skuldu útvega henni eyka inntøkur.
Serliga kend var ætlanin at lata eina deld upp í SMS við úrvalsvørum, men tað vildi samgongan ikki.
Av tí at sølan er so svikalig, dugir stjórin framvegis ikki at siga, hvussu langt tey eru frá at røkka avlopskravinum.
Tað veldst alt um, hvussu tíðirnar verða og, hvussu sølan tekur seg upp. Tað veldst eisini um, hvørji sløg, fólk keypa, tí tað er ymiskt, hvussu nógv tey ymsu sløgini kasta av sær.
Men í løtuni eru vit í besta føri nakrar heilt fáar hundrað túsund krónur frá at røkka avlopskravinum og í ringasta føri eru vit eina millión krónur frá.
Men, hvat endaliga talið verður, vita vit ikki, fyrrenn vit endaliga gera árið upp nýggjársaftan, leggur hon afturat.
- Sum støðan er nú, er tað ómøguligt at siga nakað, tí sølan er so undarlig í ár. Higartil er sølan í desember 25% minni enn hon er ein vanligan desember og mánaðurin er longu komin longur enn í helvt.
- Dagarnar beint fyri jól og beint fyri nýggjár, er sølan serstakliga stór, men sum gongdin hevur verið higartil í ár, er ómøguligt at siga nakað.
Men í hesum sambandið kann leggjast afturat, at Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur í samrøðu við Portalin herfyri róð framundir, at skuldi árið hjá Rúsuni enda við einum ávísum fráviki frá avlopskarinum, fer tað at vera góðtikið, tí hann staðfesti, at ongin kann raka akkurát upp á oyrað...

Heldur avgjald enn avlopskrav

Stjórin í Rúsini, Elsa Maria Olsen, staðfestir, at rúsdrekkalógin er ein heilsulóg.
Tí mælir hon til, at avlopskravið til Rúsuna verður avtikið, tí tað eggjar til, at hon má leggja seg eftir at selja sum mest.
Hinvegin heldur hon, at tað, sum landskassin skal hava í kassan av rúsdrekkasøluni, eigur at verða løgd í sjálv avgjøldini.
Tað er ein góður máti at stýra nýtsluni, tí eitt avlopskrav leggur upp til, at vit mugu leggja okkum eftir at selja sum mest, sigur hon.
Annars hevur Rúsan nógvar stórar avbjóðingar næsta ár. Tað er, at tey hava verið noydd at spart nógv fyri at røkka avlopskravinum. At Rúsan í fjør noyddist at flyta úr hølunum fyri soppavøkstur, førdi eisini stórar útreiðslur við sær.
Av tí sama eru nógvar ábøtur og endurnýggingar útsettar.
- At fremja tær ábøturnar og gera tær endurnýggingar, verða tær størstu avbjóðingarnar næsta ár, tí tær verða neyðugar at gera, sigur Elsa Maria Olsen.