Súlan komin aftur til Toftir

Motorbáturin, sum var heimahoyrandi á Toftum árini 1944-1966, er keyptur aftur til bygdar og skal gerast ein livandi partur av skipasøguni í kommununi

TOFTIR

Hin 19. januar í 2011 var fundur í Tofta skúla um stovnan av einum áhugafelag, sum skal samla skipasøguna í kommununi. Eisini skuldi áhugafelagið gera eina roynd at keypa motorbátin Súluna, sum var heimahoyrandi á Toftum í nógv ár.

Søguligt virði
Tað var P/F D.P. Højgaard, sum keypti bátin til Toftir, og var báturin nógv ár í reiðarínum. Seinni varð hann seldur til feðgunum, Aksel og Gunnar Olsen á Toftum.
Báturin, sum kallaðist Nípan tey 22 árini, hann var á Toftum, hevur sostatt søguligt virði fyri bygdirnar og fólkið, sum her býr.
Nú hevur áhugafelagið, sum varð stovnað í januar í ár, so keypt motorbátin, sum seinastu árini hevur verið heimahoyrandi á Signabø.

Livandi umboðan
Ætlanin er at seta motorbátin í uppruna stand, so hann eisini kann sigla við seglum og gerast ein livandi umboðan fyri okkum sum her búgva, eins og fyri skipasøguna her á staðnum.
Á fundinum hin 19. januar var stórur áhugi fyri ætlanini. Áhugafelag varð stovnað, og blivu hesir valdir í nevndina: Haldor Gaardbo, Johan Johannesen, Jógvan Harryson, Jørgin Gleðisheygg, Símin Johannesen.
55 fólk teknaðu seg eisini sum lim á fundinum.
Áhugafelagið fer nú at senda skriv í hvørt hús í kommununi, so fleiri hava høvið at tekna seg sum lim í felagnum.