Tað kom púra óvart á starvsfólk og leiðslu í Kaupthing Banka, at fyritøkan var seld Petur S. Holm hevur verið stjóri í Kaupthing Banka, síðani hann byrjaði í 2000, og hann varð ikki sørt skelkaður av tíðindunum um, at Eik Banki hevði keypt arbeiðspláss hansara.
-Tað kom púra óvart á okkum, sigur hann.
Tað er samstundis greitt, at Petur S. Holm fer ikki at arbeiða hjá Eik Banka.
-Mín framtíð liggur hvørki hjá Eik ella Kaupthing, sigur hann við Sosialin.