Sølan gongur við fullari ferð

Hóast tað enn eru tveir mánaðir eftir, áðrenn Týsklands-dysturin skal spælast, er ivaleyst neyðugt at bíleggja sær atgongumerki longu nú, um sleppast skal inn til dystin

Týsklands-dysturin

Enn eru tveir mánaðir til størsta avbjóðingin hjá føroyskum fótbólti er veruleiki. Týsku varaheimsmeistararnir koma tá til Føroya, har Tórsvøllur verður karmur um sannan stórdyst, og tað tykist longu nú greitt, at talan verður um útseldan leikvøll.
Í seinastu viku boðaði FSF frá, at atgongumerkini nú kundu keypast í forsølu, og tó at fleiri røddir ilskaðust á høga prísin á hesum, so tykist hetta tó ikki hava nervað áhugan.
- Vit kunnu longu nú siga, at so gott sum øll miðplássini á langsíðuni eru seld, og enn streyma bíleggingarnar inn. So eg ivist ikki í, at talan verður um fullsett stadion, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.
Tað kann leggjast afturat, at føroyski 12. maðurin vanliga situr við endatribununa, og har eru so pláss framvegis tøk, eins og ytstu sektiónirnar á langsíðuni enn eru tøkar. Plássini framman fyri FSF-húsið eru fyri tað mesta roknaði til útlendsku gestirnar, VIP?arar og fjølmiðlafólk, so tað er ógvuliga avmarkað, hvussu nógv atgonumerki kunnu seljast á teirri síðuni.