Sølan av tubbakki fallin

Sølan av tubbaki var fallin við meira enn 10 prosentum í januar.

Undan jólum fór Fólkaheilsuráðið undir eitt átak, har roykjarar, ið vóru sinnaðir at leggja av, fingu møguleikan at melda seg til eina SMS-skipan, har teir kundu fáa eini stimbrandi boð, hvønn dag í gott og væl ein mánað og eftirfylgjandi eitt ella tvey sms um vikuna tær næstu áttu vikurnar. Talið av teimum, sum vóru tilmeldað, var væl omanfyri túsund, og eini sekshundrað vóru við allan vegin ígjøgnum og heilt til endans.

- Tá eingin kanning er knýtt at átakinum, er ilt at meta um, hvussu nógv koma ígjøgnum roykfrí í hinum endanum. Tó so, hagtøl aðrastaðnis benda á, at ein góð helvt av teimum, sum er tilmeldað slíka skipan, gjøgnumførir roykistoppið, sigur Fólkaheilsuráðið.

Ein onnur ábending er innflutningur av tubbaki, men tað er so mikið av tíðarmuni millum veitingarnar, sum koma higar til landið, og tíðarskeiðið, tá sjálv sølan fer fram, so tað er ikki tað, tú í fyrstu atløgu kanst brúka til at gera metingar eftir, hvussu stórt brúkið av tubbaki er.

Harafturímóti er sølan av tubbaki áhugaverd, tá krambúðir og samtøk annars hava neyv hagtøl yvir søluna.

- Eitt nú hava vit fingið ábendingar frá einum samtaki, at sølan av tubbaki hjá teimum er farin rættiliga nógv niður, tá hugt verður at tølunum frá viku 1 til viku 9 í ár. Her er sølan minkað við meira enn 10 prosentum fyri hetta tíðarskeiðið. Tó skal tað fyrivarni nevnast, at hetta er bert fyri tveir av handlunum, sum eru ávikavist í Klaksvík og Havnini, men hetta er ivaleyst umboðandi fyri søluna sum heild fyri hetta tíðarskeiðið, men tað vita vit kortini ikki, sigur Fólkaheilsuráðið.

Við sølutølunum sum grundgeving saman við royndunum aðrastaðnis væntar Fólkaheilsuráðið at síggja eina niðurgongd við umleið fýra prosentum í ár.