Sølan av sushi fimmfaldast

Dunna, fleskasteik og brúnkaði epli. Tað er hin feiti og søti jólamaturin, sum mong fylla sær innkeypsvognarnar við undan jólum. Men danir teljast millum teirra, sum vilja broyta hetta, soleiðis at minni feitur og søtur matur verður etin.

Tøl hjá Taste of Tokyo, sum ger sushi til handilsketur, vísa, at danir keypa fimm ferðir so nógv sushi millum jól og nýggjárs, sum teir annars gera.

Matvøruserfrøðingurin, Martin Kreutzer, heldur, at stóra keypið av sushi-vørum hjá dønum í hesum tíðarskeiði er ein "uppgerð" við feita og søta matin - og ikki neyðturviliga eitt "forskot" upp á, at nú vilja danir í nýggja árinum liva sunnari.

- Tá vit velja at skifta feita jólamatin út við sushi, er hetta ein uppgerð við "tungu", feitu og søtu føðina, sum rúgvast upp í kroppinum. Vit hava heldur hug til okkurt lætt og einfalt, sum kann hjálpa okkum at savna orku til nýttársaftan, sigur Martin Kreutzer í tíðindaskrivi.

Ikki færri enn 170.000 danir velja at eta sushi millum jól og nýttárs, sum teir keypa í stórhandlum. Hetta merkir, at Taste of Tokyo í hesum tíðarskeiði noyðist at fimmfalda sushi-veitingarnar til donsku stórhandlarnar.

- Vit hava verið noyddir at kallað inn eykafólk fyri at megna allar bíleggingarnar, sigur stjórin og stovnarin av Taste of Tokyo, Anders P. Christiansen.

At feiti og søti jólamaturin hjá dønum partvís er skiftur út við sushi, er hent yvir eitt lutfalsliga stutt tíðarskeið. Í 2002 ótu 20.000 danir sushi, sum varð keypt í stórhandlum í tíðini millum jól og nýggjárs. Í 2005 var talið 80.000 - og í ár er talið meiri enn átta faldað yvir eitt 10 ára tíðarskeið.