Sølan av persón- og vørubilum minkar

Hagtøl frá Bileftirlitinum, fyri fyrsta ársfjórðing 2004, vísa, at sølan av nýggjum akførum framvegis er minkandi. Sølan av persónbilum er minkað við eini 23 prosentum í mun til í fjør

Bileftirlitið hevur sent út tíðindaskriv við hagtølum yvir skráseting av nýggjum akførum fyrsta ársfjórðing 2004.

Tølini vísa, at sølan av persónbilum og vøruvognum minkar mest. Í ár eru seldir 305 persónbilar í mun til 234 sama tíðarskeið í fjør, og av vørubilum eru seldir 49 í mun til 74 í fjør.

Annars er ikki tær stóru broytingarnar í søluni av nýggjum akførum.


Myndatekstur:

Í hesum døgum er altjóða bilaframsýningin, Copenhagen Motor Show 2004, í Bella Center á Amager, har fleiri hundrað nýggir bilar verða sýndir fram

Mynd: Álvur Haraldsen