Sølan av nýggjum bilum

Sølan av nýggjum bilum minkar framvegis. Serliga er sølan av persónbilum og vøruvognum nógv minkað. Ein framrokning fyri restina av 2004 vísir at samlaða bilasølan verður umleið 16 prosent lægri

Í tíðindaskrivi frá Bileftirlitinum sæst at sølan av nýggjum persónbilum er minkað við næstan tvey hundrað bilum higartil í ár í mun til í fjør.

Sama tíðarskeið í fjør vórðu seldir 952 persónbilar í mun til 757 í ár.
Sølan av vøruvognum er minkað við umleið 25 prosentum.

Vert er at leggja til merkis, at í ár eru seldir 5 kampingvognar í mun til ein í fjør. Hetta kemst óiva av at høgu avgjøldini á kampingvognum nú eru tikin av.

Ein framrokning av tølunum fyri restina av 2004 vísir, at væntandi verða umleið 1600 nýggj akfør skrásett í 2004, samanborið við 1910 akfør í 2003, ella ein væntandi afturgongd uppá 310 akfør, svarandi til umleið 16 prosent.