Sølan av persónbilum er minkað við næstan 32 prosentum frá 1814 til 1241 bilar, ein minking upp á tilsamans 573 bilar. Tølini vísa eisini at sølan av vøruvognum er minkað nakað tað sama í prosentum, 138 færri vøruvognar eru seldir í 2008 í mun til 2007.
Í desember í 2007 vórðu 112 persónbilar seldir í mun til 39 í 2008. Eisini sæst at ein ávís útskifting av bussum hevur verið í 2008, 21 bussar vórðu seldir í fjør.
mg