Sølan av Føroya Banka má útsetast

Føroyingar eru í holt við at selja Føroya Banka fyri eina upphædd,ið liggur ímillum 1 og 1,4 mia. kr. Tvs. at bankin verður seldur fyri lítið meira enn eginognina. Harvið er onki at selja sigur Tjóðveldisflokkurin í skrivi og heldur fram: -Hetta stendur eisini upp ímóti virðinum, sum marknaðurin hevur sett á hin stóra bankan í landinum, Eik-bankan, ið er mettur til slakar 4 mia. kr. Ei dáni í, at áhugin fyri at keypa Føroya Banka er óvanliga stórur. Úr hesi støðu hevja seg nógvir spurningar, sum greiða má fáast á, áðrenn Bárður Nielsen og hansara serfrøðingar sleppa at trýsta á søluknøttarnar.

Búskaparráðið, Landsbankin og aðrir stovnar og fólk við skili fyri fíggjar- & búskaparmálum mega sleppa at siga sína hugsan um málið, sum tað nú liggur. Eitthvørt ruggar ikki sum tað skal. Eitthvørt er galið við bankanum, søluháttinum ella landsstýrimanninum. Tí má sølan útsetast, meðan vit fáa greiði á, hvar trupulleikin er. Tað er onki kynstur at geva ein banka burtur, kynstrið er at røkja áhugamál fólksins til fulnar, og tað gerst í hesum førinum bara við at fáa sum mest fyri søluna av Føroya Banka. Tjóðveldisfokkurin heldur seg framvegis til politisku semjuna, men atlitið til eigaran, fólkið, ger, at vit staðiliga mæla landsstýrismanninum til at steðga á, meðan málið verður lýst til fulnar. Tað er skyldan hjá okkum øllum, sum eru vald at verja áhugamálini hjá borgarum landsins. Um landsstýrismaðurin ikki ætlar at fylgja ráðum okkara, heita vit staðiliga á løgmann , Jóanes Eidesgaard at taka málið upp av til nýggja viðgerð alt fyri eitt stendur tíðindaskrivi, sum er undirskrivað av Tórbirni Jacobsen.