Sølan av antidepressiv er tvífaldað

- Bíðitíðin til ambulanta sálarfrøðiliga viðgerð á Psykiatriska Deplinum er long, og onnur almenn tilboð eru avmarkað.

Í samband við heimsheilsudagin í dag, 7. apríl, varpar WHO (World Health Organization) ljós á stríðið við tunglyndi. Tunglyndi er ein sálarligur trupulleiki, ið rakar alt fleiri fólk. WHO hevur í nýggjari frágreiðing mett, at tunglyndi í 2020 verður millum størstu trupulleikar hjá fólki.

 

Tað sigur Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar á heimsheilsudegnum. Tey vísa á, at í Føroyum hevur seinastu tíðina ein ávísur politiskur vilji verið til at seta sálarheilsu meira á breddan, eitt nú við átakinum “Sunn Sinn” hjá Fólkaheilsuráðnum, umframt arbeiðið við Heildarætlanini um sálarheilsu í Føroyum.

 

- Men, hóast hesi átøk liggur nógv arbeiði fyri framman, tá ræður um sálarheilsu - og herundir tunglyndi.

 

Víst verður á, at medisinsk viðgerð hevur í nógv ár verið brúkt móti tunglyndi. Í Føroyum er sølan av antidepressiva tvífaldað seinastu 10 árini, og serliga nýtslan millum ung fólk er økt í mun til tey grannalond, vit vanliga samanbera okkum við.

 

- Samstundis hava vit holla granskingargrundaða vitan um, at sálarfrøðilig viðgerð er effektiv til at viðgera lætt til moderat tunglyndi. Hóast hesa vitan er atgongdin til sálarfrøðiliga viðgerð aloftast bæði trupul og dýr fyri tann einstaka, eitt nú tí, at tunglyndi ikki er umfatað av sáttmálanum millum Føroyskar Sálarfrøðingar og Heilsutrygd.

 

Lagt verður aftrat, at bíðitíðin til ambulanta sálarfrøðiliga viðgerð á Psykiatriska Deplinum er long, og onnur almenn tilboð eru avmarkað. Hetta kann føra við sær, at fólk, ið hava tørv á viðgerð, ikki fáa hana. Hetta metir Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar er ein stórur trupulleiki – fyri tann einstaka og hansara/ hennara avvarðandi.

 

- Hetta kann gerast ein fíggjarliga stór byrða fyri samfelagið, og hetta skal takast í fullum álvara.  

 

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar siga, at umframt at geva borgarum skjóta og góða hjálp, tá trupulleikar órógva gerandisdagin ov nógv, eiga vit í nógv størri mun at hugsa bæði heilsufremjandi og fyribyrgjandi, tá talan er um trivnaðin hjá føroyskum børnum, ungum og vaksnum.