Síla genturnar klárt á odda

Sílið vann greiðan sigur í kappingini á Norðoyastevnu millum 5-mannafør við gentum.

Falkur úr Hósvík fekk besta startin, men tað var skjótt, at Sílið legði seg upp á síðuna av Falki.

Hesir báðir bátarnir lógu væl frammanfyri allar hinar. Eina løtu stóð á jøvnum, men so fór Sílið at renna skjótari. Falkurin royndi at svara aftur, men á málinum var munurin meiri enn ein bátslongd.

Hinir bátarnir vóru meiri enn fýra og kanska fimm bátslongdir aftanfyri.

 

5 mannafør gentur

1 Sílið 05:42.22

2 Falkur 05:45.18

4 Beinta 05:57.11

5 Silja 05:59.23

6 Fípan Fagra 06:06.24

7 Ørnin 06:13.08

8 Tambar 06:15.11