Sól og summar í Gundadali

HB vann ein knúsandi 7-1 sigur á EB/Streymi, tá sessurin í hálvfinaluni í steypakappingini skuldi tryggjast

Løgmanssteypið

Hóast veðrið var av tí allar besta, so gjørdist talan ongantíð um nakra sanna fótbóltsveitslu, tá HB og EB/Streymur hittust í Gundadali. Málveitslu ? kanska ? tí HB-viðhaldsfólkini høvdu í øllum førum sjey orsøkir at fegnast, men tann stóri fótbóltsdystin gjørdist talan so ongantíð um.

Miseydnað verjuskipan
Í mun til tað, sum vanliga verður roknað sum ideal-uppstilling, hevði EB/Streymur gjørt eina hampuliga stóra umskipan til dystin.
Andrzej Pacek fekk nevnliga reytt kort, tá EB/Streymur fyri viku síðani fekk javnleik móti HB, og í hansara stað hevði Piotr Krakowski valt at seta Sorin Anghel. Ivaleyst sum eina roynd at hava eina góða skipan í verjuni, men lat tað bara vera sagt, at tann royndin miseydnaðist fullkomuliga.
Saman við einum hálvskaddum Fróða Clementsen megnaði Sorin ongantíð at fáa skil á verjuspælið, og tó at HB ikki veruliga fekk sett trýst á, so lá tað alla tíðina í luftini, at her fór at enda galið.
Og tað gjørdi tað so eisini tvær ferðir innan tveir minuttir, og hvørja ferðina tóktist verjuspælið hjá gestunum serliga sannførandi.
Hetta tók líka sum luftina úr dystinum, og ferðin ? sum undan hesum hevði verið lág ? fór nú heilt niður í botn.

Viljaleyst gestaavrik
Eftir steðgin umskipaði EB/Streymur liðið nakað, og eina lítla løtu tóktust teir aftur at vilja stríðast fyri sínum møguleika. Eisini hóast HB kom upp á 3-0 eftir einum korteri, og tá Hans Pauli so minkaði við eini frísparksperlu, hómaðist ein veruligur vilji.
Men hesin var tó ikki so leingi. HB hevði nú veruliga fingið sjálvsálitið í lagi eftir nøkur vánalig avrik í landskappingini, og tó at verjan eina løtu skinklaði nakað, so helt hon.
Og so fall alt enn einaferð saman hjá EB/Streymi. Tað plagdi annars ikki at vera teimum fyri, men eins og í landskappingardystinum móti B36, so fóru leikararnir mentalt av vøllinum, eftir at HB hevði skotið fjórða málið. Og so kundi dysturin annars akkurát tað sama endað 10-5 sum nakað annað. HB spældi seg leikandi lætt ígjøgnum gestaverjuna, og tá HB-verjan so eisini fór at sova seinasta korterið, var víðopið í báðum endum. Her var munurin bara tann, at HB megnaði at gera nyttu úr nøkrum av sínum møguleikum, meðan EB/Streymur ikki megnaði tað, og so endaði alt við eini eyðmýking fyri gestirnar, meðan HB fekk eitt ógvusligt sálarligt lyft.

Trupult er at spáa
Spurningurin er so, hvørja nyttu liðini duga at draga úr dystinum í strembanini frameftir. Her hevur HB sjálvandi framvegis møguleikan í steypakappingini, sum teir aloftast standa seg framúr væl í, og við tveimum hálvfinalum móti VB, skuldu møguleikarnir at komið víðari at verið góðir.
Og so vóna tey í HB helst eisini, at liðið kann gagnnýta sálarligu ávirkanina av stóra sigrinum. Tað er í øllum førum tørvur á tí, um liðið skal klintra upp í oddin, men sum útvarpsmaðurin endaði frásøgnina, so er torført at spáa ? og serliga um HB.
Hjá EB/Streymi ræður nú fyrst og fremst um at leita aftur til røturnar. Eitt er, at liðið so syngjandi fór úr steypakappingini, men tað í sjálvum sær er neyvan nøkur vanlukka.
Verri tykist vera, at stríðsviljin, sum áður hevur eyðkent liðið, nú tykist vera horvin. Tvær ferðir av trimum hava teir í øllum førum givið skarvin fullkomuliga yvir, og sleppur hetta máttloysi at festa røtur í sinnunum á leikarunum, verður talan í øllum førum um eitt strævið kappingarár fyri teirra viðkomandi.