S-lánið er í lagi

Toll- og Skattstova Føroya hevur ongar viðmerkingar til tað nýggja lánstilboðið hjá Suðuroyar Sparikassa S-lánið hjá Suðuroyar Sparikassa grønt ljós frá Tolli og Skatti, sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.

-Rentan, sum viðskiftafólkini fáa frá sparikassanum, er eitt mál millum viðskiftafólkið og sparikassan. Tað eru boðini frá Toll- og Skattstovuni, sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Leygardagin í síðstu viku segði stjórin á Toll- og Skattstovuni, Arnold Hjelm Nielsen, at tey í hesari vikuni fóru at kanna nýggja tilboðið hjá Suðuroyar Sparikassa.

Nú er kanningin liðug, og í gjár fekk Suðuroyar Sparikassi at vitað, at Toll- og Skattstovan hevur onga viðmerking til S-lánini.