Síl dýrari enn laksur í Japan

Í løtuni selja norskir alarar óavmarkað av sílum til Japan. Japanski marknaðurin hungrar eftir sílum, og teir gjalda meir fyri síl enn fyri laksin í løtuni.

Jógvan Hugo Gardar, Oslo


Teir fyrstu átta mánaðarnar í ár (januar-august) útfluttu norðmenn 26.000 tons av sílum, og av hesum fóru 22.000 tons til tann japanska marknaðin. ES-londini hava bert keypt 2.000 tons. Annars flyta norðmenn út laks til lond í Asia, millum annað Taiwan og Suður-Korea. Tað er Eksportutvalget for fisk sum heldur eyguni við norska útflutninginum. Hetta sama tíðarskeiðið útfluttu norskir alarar 237.000 tons av laksi. Av hesum fóru tveir av trimum laksum til ES.

Norðmenn lata væl at prísinum á sílum. Miðalprísurin liggur fýra krónur oman fyri prísini tey fingu í 1998, og vanligt er at prísurin er betri seinni um heysti og veturin. Í august var kiloprísurin fyri fryst síl 38,66 norskar krónur, meðan miðalprísurin fyri 1999 er 34 norskar krónur pr. kilo. Miðalprísurin á frystum laksi til japanska marknaðin higartil í ár er 32,24 norskar krónur pr. kilo.


Sílaaling ótrygg

Eksportutvalget for fisk upplýsir at teir gott kundu selt meir av sílum, men at norskir alarar hava ikki framleitt meir síl enn tað sum nú er selt. Orsøkin er at prísurin var ótryggur í 1998, og alararnir tordu ikki at seta út meir síl. Norska silaframleiðslan var í 1997 uppá 23.500 tons. Í 1998 øktu tey framleiðsluna til 47.000 tons. Framleiðslan fyri 1999 verður á leið tann sama sum í 1998, kanska eitt sindur hægri.

Japan hevur í mong ár verið ein stórur sílamarknaður fyri norskar alarar. Men sølan av sílum hongur saman við sockey-veiðuni uttanfyri Alaska. Hetta er ein villur laksur japanski marknaður keypir nógv av. Tá sockey-veiðan er vánalig, so økir norski útflutningurin av sílum. Seinastu tíðina hevur sockey-veiðan uttanfyri Alaska verið góð, so nú sita norðmenn og bíta negl. Óvist er hvussu hetta kemur at ávirkað prísin í heyst.


Royna europeiska marknaðin

Meðan laksurin av álvara hevur fingið eitt pláss á ES-marknaðinum hava sílaalarar merkt at ES-marknaðurin ikki vil hava síl. Orsøkin er ein lágprís-aling av einum lítlum síli sum fer fram í Frankaríki, Italia og Spania. Hetta síli er hvítt. Tá norðmenn og, føroyingar og aðrar tjóðir skulu utflyta síl so hugsa europear um tann lítla fiskin sum eingin vil hava. Royndirnar hjá norðmonnum at koma inn á ES-marknaðinum hevur tikið langa tíd, men Eksportutvalget for fisk upplýsir at Holland nú hevur víst sílum áhuga, og norski sílaútflutningurin til hollendska marknaðin økir nógv.