Søktu at høvuðsskrivstovuni hjá Arafat

Ein av lívverjunum hjá palestinska leiðaranum doyði í ísraelska álopinum

Ísraelskir stríðsvognar lupu gjáramorgunin á høvuðsskrivstovuna hjá palestinska leiðaranum, Yasser Arafat, í býnum Ramallah á Vestara Áarbakka.
Ísraelska herleiðslan vildi ikki siga nakað um atsóknina, men talsmenn hjá Reyða Krossi søgdu, at minst seks palestinar vórðu særdir í atsóknini. Ein palestinskur talsmaður segði seinni, at ein av persónligu lívverjunum hjá Arafat doyði, tá ísraelsku stríðsvognarnir søktu at skrivstovuni hjá Arafat. Arafat sjálvur var óskaddur.
Sambært palestinska talsmanninum skutu ísraelsku stríðsvognarnir einar 30 granatir eftir bygninginum, sum Arafat hevur skrivstovu í. Sambært talsmanninum fekk tann parturin av bygninginum skaða, sum Arafat plagar at halda sínar tíðindafundir í.
Ísraelska átakið í Ramallah var hevnd fyri palestinsku bumbuatsóknina í ísraelska býnum Megiddu mikumorgunin, tá 16 fólk doyðu, og 37 vórðu særd.
Undan atsóknini í Ramallah høvdu ísraelskir stríðsvognar og tyrlur søkt at málum í flóttafólka-leguni Jenin. Sagt verður, at maðurin, sum sprongdi ta sterku bumbuna í Megiddo, kom úr Jenin.