Tann 25 ára gamli bretski blaðmaðurin Robert Stansfield varð tikin í síðstu viku, eftir at løgreglan hevði fingið boð um, at hann hevði søkt arbeiði hjá Elizabeth drotning á Buckingham Palace. Tá starvsfólkini hjá drotningini kannaðu umsókn hansara, funnu tey ymiskt, sum ikki var, sum tað átti at vera. Tey boðaðu tí løgregluni frá, og stutt eftir bleiv blaðmaðuirin tikinm.
Robert Stansfield arbeiðir hjá blaðnum Daily Mirror, og hetta er ikki fyrstu ferð, at blaðið hevur roynt at sleppa inn um veggirnar hjá drotningini. Eitt nú eydnaðist tað einum av blaðmonnunum at fáa starv har, júst tá George W. Bush, forseti, var og virjaði í 2003.
Síðani hevur hóvið bøtt um eftirlitið, og í síðsta mánað bleiv ein blaðmaður hjá News of the World avdúkaður, tá hann søkti arbeiði í Buckingham Palace, skrivar Reuters.










