Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum til barsilsfarloyvisstørv og starvsfólk at avloysa í summarfrítíðini til Trivnaðardepilin fyri fólk við menningartarni og fjølbreki.

 

Eind 2 í Trivnaðardeplinum fyri fólk við menningartarni og fjølbreki hevur virksemi í Eysturoy og í Norðoyggjum. Søkt verður eftir tveimum eldhugaðum námsfrøðingum til barsilsfarloyvisstørv, og eftir fleiri starvsfólkum at arbeiða sum summarferiuavloysarar.

Arbeiðsuppgávur

Starvsfólkini skulu virka fyri, at borgarin fær neyðugan stuðul og umsorgan. Javnvirðið er partur av gerandisdegnum, og arbeiðsuppgávan er at borgararnir, hvønn dag, fáa ein tryggan, skipaðan og mennandi dag.

Arbeitt verður eftir ávísum námsfrøðiligum leisti, har gerandisdagurin er skipaður, og har amboðið Boardmaker verður nýtt. Arbeitt verður við virkisætlanum til hvønn einstakan borgara út frá SMTTE-frymlinum.

 

Um størvini

Starv 1         1 barsilsfarloyvisstarv sum námsfrøðingur í Frítíðartilboðnum fyri børn og ung. Starvið er 15 tímar um            vikuna frá 01.05.2017 til 01.03.2018.

Starv 2         1 barsilsfarloyvisstarv sum námsfrøðingur í Frítíðartilboðnum fyri børn og ung. Starvið er 25 tímar um            vikuna frá 01.05.2017 til 01.04.2018

Starv 3         Summarferiuavloysarastørv til Sambýlið á Blikagøtu og til dag- og umlættingarstovnin Mýrisóljan, í                 tíðarskeiðnum frá 01.07.2017 til 30.09.2017. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, t.v.s. dag-, kvøld-,              náttar- og vikuskiftisvaktir.

 

Um eind 2 í Trivnaðardeplinum fyri fólk við menningartarni og fjølbreki

Eind 2 veitir tænastu í Eysturoy og í Norðoyggjum til børn og vaksin við menningartarni, fjølbreki og fysiskum breki.

Tænasturnar umfata umlætting, bústaðir, stuðul og dag- og frítíðartilboð.Til eindina hoyrir Sambýlið í Blikagøtu, dag- og umlættingarstovnurin Mýrusóljan, 2 stuðulstoymi og fleiri stuðulsfólk.

Vit arbeiða tvørtur um fak og tvørtur um stovnarnar í eindini, og  leggja dent á góðan trivnað,  gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap.

 

Førleikar

Til barsilsfarloyvisstørvini verður søkt eftir námsfrøðingum. Um ongin við  útbúgving søkir, kann hjálparfólk verða sett í fyribils starv.

 

Væntanir til umsøkjarar

Tað hevur týdning, at tú hevur hug og hegni at arbeiða við fólki, hevur hug at vera um, betra um og tryggja gerandisdagin hjá fólki við menningartarni, fjølbreki og fysiskum breki.

Umráðandi er, at tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er, skiltur og hjálptur, og dugir at skapa ein mennandi gerandisdag saman við borgaranum.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 2. Viðkomandi, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn.

Viðmerkjast skal, hvat av størvunum verður søkt. Hettar verður gjørt við at skriva:

“Námsfrøðingar og summarferiuavloysarar - Eind 2 + starv nr.”

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 06.04.2017 kl. 12.00

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hugo Leo, eindarleiðara, á tlf. 297376 ella Joan K. Olsen, leiðara á tlf. 297685.