SÍ koppaði oddaliðnum á heimavølli

Mjølnir tapti sín fyrsta dyst í landskappingini í meistaradeildini hjá monnum ígjár

 

So hava mennirnir hjá Mjølnir tapt ein dyst í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti.

Tað hendi vesturi í Sørvági ígjár, tá unga heimaliðið, SÍ vann aftaná ein dramatiskan fimmsettara, har serliga annað settið sum SÍ vann 31-29 var minniligt.

SÍ-Mjølnir 3-2 (25-17, 31-29, 16-25, 21-25  og 17-15)

Tað sum ger avrikið hjá SÍ merkisvert er, at elsti maðurin í liðnum er 20 ár.

Støðan (fbf.fo)DystirSett 
Liðleiktir3-0/3-13-20-3/1-32-3vunnintaptmunurStig
Mjølnir751012061418
521209908
Fleyr 711411018-66
ÍF51031612-64