Tað hevur verið ein friðarlig nátt, sigur vakthavandi á politistøðini í morgun.
Hann sigur, at enn verður leitað eftir reyða bilinum, sum løgreglan eftirlýsti í gjár. Tað var ein bileigari í Hoyvík, sum beint fyri miðdag í gjár varnaðist, at bilurin var horvin. Hann hevði sett bilin frá sær klokkan eitt leygarmorgunin, so onkuntíð millum klokkan eitt og ellivu er onkur annar farin avstað við bilinum.
Talan er um ein reyðan Suzuki Swift við nummarplátuni EM948.
Annars hevur lítið verið áfatt. Løgreglan hevur verið sjónlig í býnum og møguliga hevur tað viðvirkað til, at fólk hava uppført seg væl.
Ein bilførari varð tikin fyri rúsdrekkakoyring, ein annar fyri at koyra uttan koyrikort og ein persónur hevur ligið nátt í arrestini í Klaksvík, har hann hevur sovið rúsin av sær.