Enn hevur løgreglan ikki fingið greiði á, hvat tað var sum hendi, tá ið ein maður var fyri einum óvanliga harðligum álopið á Íslandsvegnum beint eftir midnátt í gjárkvøldið.
Og tí vil løgreglan fegin frætta frá fólki, sum hava hoyrt ella sæð okkurt óvanligt á Íslandsvegnum, ella á Landavegnum um eitt tíðina í nátt.
Tað var nevniliga um eitt tíðina, at fólk ringdi til løgregluna og boðaði frá, at ein maður lá á vegnum, og at hann mátti fáa hjálp, tí hann blødddi illa.
Løgregla og sjúkabilur komu á staðið og maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið í skundi, tí tá var støðan álvarslig.
Men síðani hava læknarnir fingið tamarhald á støðuni, men tað vísir seg, at maðurin er stungin, ella skorin, fleiri staðni á kroppinum.
Og tá ið løgreglan fór undir kanningarnar í nátt, funnu tey fleiri vápn har um vegir, men tey vilja ikki siga, hvørji vápn, talan er um, og tey vita heldur ikki enn, hvørji vápn, álopsmenninir hava brúkt.
Tvey fólk eru handtikin, men løgreglan arbeiðir framvegis við tí í huga, at fleiri fólk kunnu hava verið uppi í, men enn er ongin annar handtikin.
Fleiri fólk hava vent sær til løgregluna og boða frá, at tey hava sæð og hoyrt ymiskt, ið kann hava samband við álopið, men løgreglan vil fegin frætta frá fleiri fólkum í eini roynd at fáa pusslispælið at liggja rætt. Tí verður heitt á tey, sum kunnu hava sæð ella hoyrt okkurt, um at venda sær til løgregluna á telefon 114, sum er nýggja tænastunummarið hjá løgregluni.