Sóknast eftir plássi til írar

Tað tykist vera fleiri írar, sum sita við atgongumerkjum til landsdystin móti Føroyum, men sum ikki hava innivist í Føroyum

Gistingar

Í Sosialinum í gjár hevði Kunningarstovan eina lýsing, har tey sóknaðust eftir fólki, sum kunnu hýsa írskum fótbóltsfjepparum í døgunum, 6. til 9. juni.
Orsøkin er sjálvandi fótbóltslandsdysturin hjá írum móti Føroyum. Vanliga ferðast írar í stórum tali við fótbóltslandsliðnum, og líkt er til, at dysturin hesaferð ikki verður nakað undantak.
Somikið stórur er áhugin, at tað nú stendur á at herberga øllum, sum ætlandi koma til Føroya. Her hava írar úti við 900 atgongumerki, og hetta er meira, enn gistingarvinnan í høvuðsstaðarøkinum megnar at taka. Ikki minst, tá hotellini samstundis í stóran mun eru upptikin av landsliðsleikarum, venjarum og øðrum, sum eru knýtt at slíkum ferðum.

Plagar at ganga
Av Kunningastovuni verður sagt, at tað í løtuni er eitt sindur trupult at siga, hvussu nógvum seingjarplássum tørvur er á. Ikki minst tí tað eisini tykist vera so, at tað í Írlandi eru fleiri fólk, sum sita við atgongumerkjum til dystin, men sum enn ikki hava bílagt sær nakra ferð til Føroya, tí tey vita ikki, hvussu vorðið er við gistingarmøguleikum. Nakað sum ger, at tørvurin á seingjarplássum væl kann økjast, so hvørt sum hesi verða fleiri í tali.
Hinvegin er heldur ikki víst, at talan verður um tann heilt stóra trupulleikan kortini. Eitt nú hava líknandi støður verið, tá skotar og týskarar hava vitjað her við sínum landsliðum, og tá hevur tað kortini borið til at herberga øllum.
- Nú heita vit so á fólk, sum kanska hava møguleika at hava einstakar áskoðarar búgvandi hesar báðar næturnar. Vit hava longu hoyrt frá nøkrum, at tey gjarna vilja hýsa einum, tveimum og trimum, og tað hevur ofta víst seg, at føroyska hjálpsemið er stórt í so máta, verður sagt av Kunningarstovuni.
- Tað er jú heldur ikki øll verðin, sum biðið verður um. Vanliga hava fótbóltsáskoðarar so ikki givið okkum trupulleikar av nøkrum slag. Tað einasta, sum tey vilja hava, er eitt pláss at sova í, og tá talan bara er um tvær nætur, so vóna vit, a tað ber til at fáa fólk at hýsa nøkrum av hesum, verður sagt at enda.